Bókaberin

StandmyndBókaberin er eitt ókeypis tilboð til fólk, sum vegna rørslubrek ella aðra orsøk ikki hava møguleika at koma á bókasavnið.

Tá tú verður meldað/ur til skipanina, kanst tú siga frá, hvat slag av tilfari, tú vilt hava. Bókavørðirnir pakka síðani ein posa við hóskandi bókum, ljóðbókum ella bløðum. Bókapakkarnir verða skiftir um hvønn mánað.

Prentvinalig kunning um Bókaberan

Hvør kann brúka Bókaberan?
Skipanin er fyri øll, sum vegna drúgva ella varandi sjúku, rørslubrek ella aðra orsøk ikki kunnu koma á bókasavnið, og sum ikki búgva saman við avvarðandi, sum kunnu fara fyri tey.
Fyri at brúka Bókaberan skalt tú búgva í Havnar kommunu.

Umsóknarblað
Tú kanst ringja til okkara ella senda teldupost fyri at fáa umsóknarblað. Umsóknarbløð eru eisini tøk á bókasavninum, ella kunnu prentast frá heimasíðuni.

Vit bera út og aftur
Bókaberin kemur vanliga fyrsta týsdagin í hvørjum mánaði. Tá tú gerst brúkari, práta vit um nøgd og slag av bókum, tú vilt hava. Tað ber altíð til at ringja ella skriva til bókasavnið áðrenn næsta útberingardag, um serlig ynski eru.

Tú kanst ringja ella skriva til Býarbókasavnið, um tú hevur aðrar spurningar.

Nýggjar ljóðbøkur
1-3 av 3
52543010
Loading...
Rithøvundur: Hart, John
Loading...
51759311
Loading...
Rithøvundur: Goulson, Dave
Loading...

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo