Hjálp til talgildar tænastur
Hjálp til talgildar tænastur

Um tiltakið

Tíð
10:00 - 11:00
Kostnaður
Ókeypis
Bókasavn
Málbólkur

Hjálp til talgildar tænastur

Hevur tú trupulleikar við eReolen, Libby ella Filmstriben? Vilt tú læra at bíleggja og endurnýggja bøkur á heimasíðuna hjá okkum?

Hvønn týsmorgun kl. 10-11 er hjálp at fáa.

Bókasavnið er farið undir eina nýggja tænastu, at bjóða brúkarum inn á gólvið, at fáa hjálp til talgildar bókasavnstænastur.

Býarbókasavnið hevur nógvar talgildar tænastur, og tað er ikki altíð lætt at fáast við, men nú er hjálp at heinta.
Hvønn týsdag kl. 10.00-11.00 kanst tú fáa hjálp til at nýta tænasturnar á teldu, teldli ella fartelefon. Tað er ikki neyðugt at melda til. Eitt starvsfólk stendur klárt at taka ímóti tær og tínum spurningum, og vit royna at hjálpa, tað vit kunnu.
Vælkomin!