Bók
Bók

Um tiltakið

Tíð
18:30 - 20:00
Kostnaður
Ókeypis
Bókasavn
Málbólkur

Lesiringarnir hittast

Vit tosa um bøkurnar, vit hava lisið og fáa okkum ein drekkamunn afturvið.

Býarbókasavnið hevur í mong ár skipað fyri lesiringakvøldum, har fólk hava høvi at hittast eina ferð um mánaðin fyri at tosa um eina ávísa bók, sum øll hava lisið.

Tað er ókeypis at luttaka í lesibólki. Bókasavnið leggur høli til og útvegar bøkurnar, ið lisnar verða.

Vit hittast vanliga fyrsta mánakvøld í hvørjum mánað kl. 18.30-20

Skráin vetrarhálvuna 2021-22:

  • 6. september
  • 4. oktober
  • 1. november
  • 6. desember
  • 3. januar
  • 7. februar
  • 7. mars
  • 4. apríl 

Hevur tú hug at vera við í lesiringi, ert tú vælkomin at skriva til Vígdis Bjarnadóttir ella ring 302020.

Frámerki