Faroese Faroese English English

Opið er

Mánadag-hósdag kl. 9-20
Fríggjadag kl. 9-18
Leygardag kl. 10-17
Sunnudag kl. 14-17

Persónlig leiðbeining
gerandisdagar frá kl. 10

bbs@bbs.fo

Nýggjastu metingar
52491797
Loading...
54102879
Loading...
54079397
Loading...
Nýggjastu ummæli
52990378
Loading...
51027922
Loading...
52629799
Loading...
52568471
Loading...
Flest ummæli
28902239
Loading...

Kvinnuróður 100 ár á baki

Andrea ÁrtingFramsýning um Andreu Árting letur upp í hølunum innast á veghæddini á Býarbókasavninum mikudagin 11. juli kl. 10.

Nú landið er í stevnu- og kappróðrarhýri, og ólavsøkan stundar til, ynskir Tórshavnar býarsavn at varpa ljós á Andreu Árting, hesa megnarkvinnu, sum slóðaði fyri, at kvinnur fóru at luttaka í føroyskum kappróðri og í almenna rúminum sum heild.

Framsýningin verður opin til 12. august og er samskipað av Tórshavnar býarsavni.
Á móttøku mikumorgunin 11. juli kl. 10 fer Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, at siga nøkur orð.

Øll eru vælkomin.

Les meira um Andreu Árting og søguna handan framsýningina

Býarbókavørður til Býarbókasavnið

Býarbókasavnið

Vilt tú seta dám á og við eldhuga leiða og mynda ein týðandi tænastustovn í føroyska mentanarumhvørvinum og menna Tórshavnar kommunu sum eina virkna mentanarkommunu – so er hetta møguliga starvið til tín!

Starvið sum býarbókavørður og leiðari fyri Býarbókasavnið er leyst at søkja við starvsbyrjan 1. september 2018 ella eftir nærri avtalu.

UM BÝARBÓKASAVNIÐ
Býarbókasavnið er ein kommunalur stovnur innan mentamálaøkið í Tórshavnar kommunu.

Býarbókasavnið hevur ein týðandi leiklut í gerandisdegnum hjá fólki í býnum, ungum sum eldri. Sum mentanar- og kunningardepil í miðbýnum og við hópatals bókum, tíðarritum, talgildum miðlum o.ø. skal Býarbókasavnið áhaldandi mennast og vera ein fjøltáttaður, nýskapandi, sjónligur og virkin tænastustovnur, ið røkkur út um vanliga bókasavnsvirksemið.

Les meira um starvið og stovnin

Lestrarhøli á bókasavninum í summar

Lestrarhøli

Aftur í summar bjóðar Tórshavnar kommuna lesandi at sita á Býarbókasavninum. Lestrarhølið verður á ovastu hæddini.
Hetta er sættu ferð, at tænastan verður á Býarbókasavninum.
Í lestrarhølinum kunnu lesandi sita í friði og náðum og arbeiða við uppgávum og lestri annars.

Hetta er eitt tilboð til teirra, ið eitt nú eru heima í summarfrí og hava tørv á einum friðarligum staði at lesa og arbeiða.

Les meira her...

Flúgvandi byrjan

LeikasavniðBørn og foreldur teirra hava tikið sera væl ímóti Leikasavninum, sum læt upp á barnabókasavninum 15. juli. Nógvar leikur vórðu læntar út beinanvegin, og hvønn dag koma fólk inn at læna leikur. Eisini onkrar ommur og onkrir abbar hava verið og lænt.

Summi børn hava havt hug at spælt við leikurnar, longu meðan tey eru á Leikasavninum. Men tað ber ikki til, tí tað hevur stóran týdning, at leikurnar ikki verða blandaðar saman, áðrenn fólk hava lænt tær.

Takk fyri, at tit bíða við at spæla við leikurnar,
til tit hava lænt tær við til hús.

Starvsfólkið er altíð til reiðar at svara, um tit hava onkran spurning.

Er Bitcoin sikkurt?

Bitcoin

Hósdagin 21. juni kl. 17-19 stroymar Bitcoin Føroyar eina framløgu við Andreas Antonopoulos.
Framløgan verður á 1. hædd á Býarbókasavninum og er á enskum.

Flestu miðlarnir í heiminum hava seinasta árið havt Bitcoin uppi at venda. Í tí sambandi hava greinar, útvarpssendingar og tíðindainnsløg roynt at fáa greiðu á, um Bitcoin er trygt, tó uttan nakra serliga niðurstøðu.

Framløgan, sum er á enskum og er rímiliga teknisk, verður førd fram á ein sera pedagogiskan og áhugaverdan hátt. Andreas Antonopoulos er fyri nógv tann, sum vakti áhugan fyri Bitcoin.

Leikasavnið letur upp fríggjadagin 15. juni

Leikasavnið

Fríggjadagin 15. juni kl. 15 letur Føroya fyrsta leikasavn upp á Býarbókasavninum. Á Leikasavninum ber til at læna dygdargóðar leikur við líknandi treytum, sum tá tú lænir eina bók.

Skrá fyri upplatingina:

1500 Turið Horn, forkvinna í Náttúru-og umhvørvisnevndini, bjóðar vælkomin
1500 Leikasavnið er opið fyri almenninginum
1530 Dánjal á Neystabø undirheldur børnunum

Øll eru vælkomin!

 

Les meira um Leikasavnið, sum er ein verkætlan hjá Tórshavnar kommunu

Sambinding týskvøldið 12. juni

Sambinding týskvøldið 12/6-18

Týskvøldið 12. juni hittast vit á Býarbókasavninum at hugna okkum saman við útlendingunum úr øllum heiminum. Hetta er tað seinasta ferðin áðrenn summarferiuna.

Kvøldið byrjar klokkan 1900 við málskeiði í føroyskum fyri tilflytarar, sum ikki duga stórvegis føroyskt.

Drekkamuður og prát frá 1930.

Endamálið við Sambinding er at fremja integratión og sambandið millum nýggjar og innføddar føroyingar.

Verið vælkomin.

Press the British flag in top right corner for English version

Broytingar í leiðsluni

Vónbjørt Vang. Birgir Kruse tók myndinaÍ sambandi við, at býarbókavørðurin Arnbjørn Ó. Dalsgarð hevur sagt seg úr starvi, tekur Vónbjørt Vang 6. juni 2018 við sum virkandi býarbókavørður á Býarbókasavninum.

Vónbjørt er útbúgvin bókavørður frá Danmarks Biblioteksskole og cand.mag. í bókmentafrøði og samtíðarmentan frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn. Hon hevur starvast á Býarbókasavninum síðan á sumri 2013, fyrst í farloyvisstarvi sum bókavørður og síðan á sumri 2014 sum fyrstibókavørður og varaleiðari og eitt tíðarskeið í 2016 eisini sum virkandi býarbókavørður.

Starvið sum býarbókavørður verður lýst leyst í næstum.

Mentanarnátt 2018

Mentanarnáttin 2018

 

Fríggjakvøldið 1. juni er Mentanarnátt í Havn – sum vant við nógvum forvitnisligum tiltøkum. Stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, matstovur og gistingarhús spenna seg út, og handlarnir hava leingi opið.

Skráin kann takast niður her

 

GG: Tiltakið, sum skuldi vera á Býarbókasavninum, er útsett til 15. juni kl. 14!

Bókakafé hósdagin 17. mai

SummarbókakaféManglar tær íblástur til summarlesnað?

Kom á summarbókakafé á Býarbókasavninum
hósdagin 17. mai kl. 17.

Summartíð er lesitíð, men kanska manglar tær íblástur til hvørja bók, tú skalt pakka niður í kuffertið?

Á summarbókakafé geva bókavørðir lesiprei til heilt røttu bøkurnar til summarferiuna.

Bókasavnið bjóðar okkurt at leska sær við, og við tær heim fært tú eisini ein bókalista til íblástur.

 
 
Rís og rós
Sig okkum tína meining um bókasavnið, ella um tú heldur, at okkurt kundi verið betri
* Kravdur teigur
*
*
*
*
Nýggj/ur á bókasavninum
Bókaberin - eitt gott tilboð Bókaberin - eitt gott tilboð

StandmyndTil tín, sum ikki hevur møguleika at koma á bókasavnið

Sambinding várið 2018 Sambinding várið 2018

Reyði krossur hevur
Sambinding á bókasavninum
týskvøld kl. 1930–2130

6. februar
6. mars
10. apríl
8. mai
12. juni

Kom kl. 19 og
lær okkurt føroyskt
á byrjanarstøði

Øll eru vælkomin!

Bókasavnsslóðir Bókasavnsslóðir

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo