Opið er
Mánadag-hósdag kl. 9-21
Fríggjadag kl. 9-18
Leygardag kl. 10-16
Sunnudag kl. 14-17
Persónlig leiðbeining
gerandisdagar frá kl. 10
Sambinding týskvøldið 10. apríl
Vælkomin til Sambinding á Býarbókasavninum
týskvøldið 10. apríl kl. 1930-2130.
Tilflytarar, sum ikki duga stórvegis føroyskt, hava møguleika at byrja kvøldið við ókeypis málskeiði kl. 1900-1930.
(Press the British flag in top right corner for English version)
Soleiðis er opið í páskaferiuni
mánadagin 26. mars | 9-21 | |
týsdagin 27. mars | 9-21 | |
mikudagin 28. mars | 9-21 | |
skírisdag | stongt | |
langafríggjadag | stongt | |
páskaaftan | stongt | |
páskadag | stongt | |
2. páskadag | stongt |
Frá týsdegnum 3. apríl er aftur opið sum vanligt.
Vit ynskja øllum einar gleðiligar páskir.
Páskahugni 25.-28. mars
Hvønn dag frá 25. til 28. mars er páskahugni á barnabókasavninum, har kartong, lím, skabelónir og annað tilfar liggur frammi á stóra borðinum.
Øll kunnu vera við, stór sum smá, og tað er ókeypis.
Earth Hour leygarkvøldið 24. mars
Sløkkið ljósini 24. mars kl. 2030.
Earth Hour er tímin, tá fólk kring allan heim varpa ljós á veðurlagsbroytingar við at sløkkja streymin.
Í hesum sambandi skipar Tórshavnar kommuna fyri hugnaligum tiltaki í Tinghúsgarðinum í Havn kl. 2000-2130.
Skrá
2000 Earth Hour-teltið á Vaglinum letur upp
2020 Turið Horn, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini, heldur røðu
2030 Ljósið verður sløkt – Vit gera í felag eitt 60+tekn við ljósum úr tálg
2035 Kórið Xperiment syngur
2050 Lívfrøðingurin, lærarin og rithøvundurin Magnus Gaard hugleiðir um lívfrøðiligt margfeldi
2105 Kórið Xperiment syngur
2115 Tónleikur við Marius Ziska á Býarbókasavninum
Elinborg í starvsvenjing
15 ára gamla Elinborg Weihe Thomassen er í starvsvenjing á Býarbókasavninum í løtuni. Hon hjálpir til við øllum møguligum, sum er at gera á bókasavninum. M.a. hevur hon hjálpt við velja nýggjar bøkur út og eisini hjálpt til við at skipa fyri Bókakafé.
Elinborg gongur í 9. flokki í Hoyvíkar skúla. Henni dámar væl at lesa, og hon er serliga glað fyri gotiskar bókmentir so sum Edgar Allan Poe og Bram Stoker, og eisini dámar henni at lesa bøkur um sálarfrøði. Vit bjóða Elinborg vælkomnari í starvsvenjing.
Bókakafé 15. mars
Manglar tær íblástur til hvørja bók, tú skalt fara í holt við, nú várið er í hondum?
Kom á bókakafé hósdagin 15. mars kl. 17-18.
Á bókakaféini geva bókavørðir lesiprei til heilt røttu bøkurnar til tín.
Bókasavnið bjóðar okkurt at leska sær við, og við tær heim fært tú eisini ein bókalista til íblástur.
Altjóða kvinnudagur
Álvafljóð, dandisfrýr, liljuvond, leikalindir, havfrýr og snekkjur eru nøkur av orðunum, sum lánarar kunnu renna seg í á bókasavninum. Bókasavnið setur kvinnuna og gentuna í miðdepilin í dag, 8. mars, altjóða kvinnudagin við eini framsýning av bókum um og eftir kvinnur.
Tvær framsýningar eru á Býarbókasavninum, ein til vaksin og ein til børn, har vit hava funnið fram bøkur um og eftir kvinnur og gentur.
Kring bókasavnið eru nógvar bøkur framsýndar á stúttum og hillum, og eisini har hava vit roynt at sett kvinnurnar í miðdepilin.
Sambinding týskvøldið 6. mars
Týskvøldið 6. mars verður aftur Sambinding á Býarbókasavninum.
Vit fáa okkum ein drekkamunn og hugna okkum saman, og hetta kvøldið er eisini møguleiki at luttaka í málkafé á føroyskum ella donskum.
Málkafé er ein øðrvísi háttur at venja mál, og um undirtøka er fyri tí, er ætlanin at skipa fyri afturvendandi málkaféum á Býarbókasavninum komandi tíðina.
Les meira um Sambinding Tórshavn
(Press the British flag in top right corner for English version)
Javnacafé í Havn
Mikukvøldið 28. februar kl. 19 verður Javnacafé á Býarbókasavninum, har kunnað verður um útbúgvingarmøguleikar eftir fólkaskúlan hjá ungum, ið eru tarnað at gjøgnumføra 'vanligu' skúlatilboðini.
Øll eru hjartaliga vælkomin, og vit bjóða eisini ein drekkamunn.


Reyði krossur hevur
Sambinding á bókasavninum
týskvøld kl. 1930–2130
6. februar
6. mars
10. apríl
8. mai
5. juni
Kom kl. 19 og
lær okkurt føroyskt
á byrjanarstøði
Øll eru vælkomin!
Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo