Faroese Faroese English English

Opið er

Mánadag-hósdag kl. 9-20
Fríggjadag kl. 9-18
Leygardag kl. 10-17
Sunnudag kl. 14-17

Persónlig leiðbeining
gerandisdagar frá kl. 10

bbs@bbs.fo

Nýggjastu metingar
90392980
Loading...
Nýggjastu ummæli
52990378
Loading...
51027922
Loading...
52629799
Loading...
52568471
Loading...
Flest ummæli
28902239
Loading...

Er Bitcoin sikkurt?

Bitcoin

Hósdagin 21. juni kl. 17-19 stroymar Bitcoin Føroyar eina framløgu við Andreas Antonopoulos.
Framløgan verður á 1. hædd á Býarbókasavninum og er á enskum.

Flestu miðlarnir í heiminum hava, seinasta árið, havt Bitcoin uppi at venda. Í tí sambandi, hava greinar, útvarpssendingar og tíðindainnsløg roynt at fáa greiðu á, um Bitcoin er sikkurt. Tó uttan nakra serliga niðurstøðu.

Framløgan, sum er á enskum og er rímiliga teknisk, verður førd fram á ein sera pedagogiskan og áhugaverdan hátt. Andreas Antonopoulos er fyri nógv tann, sum kyknaði áhugan fyri Bitcoin.

Leikasavnið letur upp fríggjadagin 15. juni

Leikasavnið

Fríggjadagin 15. juni kl. 15 letur Føroya fyrsta leikasavn upp á Býarbókasavninum. Á Leikasavninum ber til at læna dygdargóðar leikur við líknandi treytum, sum tá tú lænir eina bók.

Skrá fyri upplatingina:

1500 Turið Horn, forkvinna í Náttúru-og umhvørvisnevndini, bjóðar vælkomin
1500 Leikasavnið er opið fyri almenninginum
1530 Dánjal á Neystabø undirheldur børnunum

Øll eru vælkomin!

 

Les meira um Leikasavnið, sum er ein verkætlan hjá Tórshavnar kommunu

Sambinding týskvøldið 12. juni

Sambinding týskvøldið 12/6-18

Týskvøldið 12. juni hittast vit á Býarbókasavninum at hugna okkum saman við útlendingunum úr øllum heiminum. Hetta er tað seinasta ferðin áðrenn summarferiuna.

Kvøldið byrjar klokkan 1900 við málskeiði í føroyskum fyri tilflytarar, sum ikki duga stórvegis føroyskt.

Drekkamuður og prát frá 1930.

Endamálið við Sambinding er at fremja integratión og sambandið millum nýggjar og innføddar føroyingar.

Verið vælkomin.

Press the British flag in top right corner for English version

Broytingar í leiðsluni

Vónbjørt Vang. Birgir Kruse tók myndinaÍ sambandi við, at býarbókavørðurin Arnbjørn Ó. Dalsgarð hevur sagt seg úr starvi, tekur Vónbjørt Vang 6. juni 2018 við sum virkandi býarbókavørður á Býarbókasavninum.

Vónbjørt er útbúgvin bókavørður frá Danmarks Biblioteksskole og cand.mag. í bókmentafrøði og samtíðarmentan frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn. Hon hevur starvast á Býarbókasavninum síðan á sumri 2013, fyrst í farloyvisstarvi sum bókavørður og síðan á sumri 2014 sum fyrstibókavørður og varaleiðari og eitt tíðarskeið í 2016 eisini sum virkandi býarbókavørður.

Starvið sum býarbókavørður verður lýst leyst í næstum.

Mentanarnátt 2018

Mentanarnáttin 2018

 

Fríggjakvøldið 1. juni er Mentanarnátt í Havn – sum vant við nógvum forvitnisligum tiltøkum. Stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, matstovur og gistingarhús spenna seg út, og handlarnir hava leingi opið.

Skráin kann takast niður her

 

GG: Tiltakið, sum skuldi vera á Býarbókasavninum, er útsett til 15. juni kl. 14!

Bókakafé hósdagin 17. mai

SummarbókakaféManglar tær íblástur til summarlesnað?

Kom á summarbókakafé á Býarbókasavninum
hósdagin 17. mai kl. 17.

Summartíð er lesitíð, men kanska manglar tær íblástur til hvørja bók, tú skalt pakka niður í kuffertið?

Á summarbókakafé geva bókavørðir lesiprei til heilt røttu bøkurnar til summarferiuna.

Bókasavnið bjóðar okkurt at leska sær við, og við tær heim fært tú eisini ein bókalista til íblástur.

Rokalig vika á bókasavninum

Gólv

Mánadagin 7. mai til mikudagin 9. mai er plantukafé á bókasavninum, har møguleiki er at knýta amplar, sáa kryddurtir og býta um avleggarar.

Kristi himmalsferðardag 10. mai er bókasavnið stongt, og

fríggjadagin 11. mai til sunnudagin 13. mai
er bókasavnið eisini stongt vegna umvæling av gólvinum.

Opið verður aftur sum vant frá mánadegnum 14. mai.

Umhvørvisvikan 2018

UV2018Skapandi plantukafé verður á Býarbókasavninum sunnudagin 6. mai frá kl. 14 til 17, og mánadag til mikudag í Umhvørvisvikuni frá kl. 10 til 18.

Knýt tín egna ampil.

Set fræ niður til kryddurtir.

Kom við einum avleggara og tak ein avleggara!

Framsýning við bókum um urtagarðar og dyrkan.

Sunnudagin 6. mai kl. 1500 og týsdagin 8. mai kl. 1630 er fyrilestur um spíriteknikk við Christian V. Dalsgaard.

Broyttar upplatingartíðir frá 1. mai

Frá týsdegnum 1. mai er Býarbókasavnið opið soleiðis:

Mánadag-hósdag   9 - 20
Fríggjadag 9 - 18
Leygardag 10 - 17
Sunnudag 14 - 17

Kanning av lesivanum 2017/18

lesikanningHvussu nógv lesa børn í 4., 6. og 9. flokki?

Kanningin av lesivanunum er gjørd í tíðarskeiðinum november 2017 - januar 2018; umleið 1300 næmingar svarandi hava svarað 26 spurningum; kanningin er dulnevnd. Umboð fyri Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetri Føroya, Nám og Bókadeild Føroya Lærarafelags hava tikið stig til kanningina. Greiningarfyritøkan Lóður hevur savnað dátuna inn og greinað úrslitini.

Býarbókasavnið og aðrir stovnar hava fíggjað høvuðspartin av kanningini.

Trýst her fyri at lesa um alla kanningina

 
 
Rís og rós
Sig okkum tína meining um bókasavnið, ella um tú heldur, at okkurt kundi verið betri
* Kravdur teigur
*
*
*
*
Nýggj/ur á bókasavninum
Bókaberin - eitt gott tilboð Bókaberin - eitt gott tilboð

StandmyndTil tín, sum ikki hevur møguleika at koma á bókasavnið

Sambinding várið 2018 Sambinding várið 2018

Reyði krossur hevur
Sambinding á bókasavninum
týskvøld kl. 1930–2130

6. februar
6. mars
10. apríl
8. mai
12. juni

Kom kl. 19 og
lær okkurt føroyskt
á byrjanarstøði

Øll eru vælkomin!

Bókasavnsslóðir Bókasavnsslóðir

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo