Faroese Faroese English English

Opið er

Mánadag-hósdag kl. 9-20
Fríggjadag kl. 9-18
Leygardag kl. 10-17
Sunnudag kl. 14-17

Persónlig leiðbeining
gerandisdagar frá kl. 10

bbs@bbs.fo

Nýggjastu metingar
Nýggjastu ummæli
52990378
Loading...
51027922
Loading...
52629799
Loading...
52568471
Loading...
Flest ummæli
28902239
Loading...

Á hvítusunnu

HvítusunnuliljaHvítusunnudag og 2. hvítusunnudag
er bókasavnið stongt.

Frá týsdegnum 22. mai er opið aftur sum vant.

Bókakafé hósdagin 17. mai

SummarbókakaféManglar tær íblástur til summarlesnað?

Kom á summarbókakafé á Býarbókasavninum
hósdagin 17. mai kl. 17.

Summartíð er lesitíð, men kanska manglar tær íblástur til hvørja bók, tú skalt pakka niður í kuffertið?

Á summarbókakafé geva bókavørðir lesiprei til heilt røttu bøkurnar til summarferiuna.

Bókasavnið bjóðar okkurt at leska sær við, og við tær heim fært tú eisini ein bókalista til íblástur.

Rokalig vika á bókasavninum

Gólv

Mánadagin 7. mai til mikudagin 9. mai er plantukafé á bókasavninum, har møguleiki er at knýta amplar, sáa kryddurtir og býta um avleggarar.

Kristi himmalsferðardag 10. mai er bókasavnið stongt, og

fríggjadagin 11. mai til sunnudagin 13. mai
er bókasavnið eisini stongt vegna umvæling av gólvinum.

Opið verður aftur sum vant frá mánadegnum 14. mai.

Umhvørvisvikan 2018

UV2018Skapandi plantukafé verður á Býarbókasavninum sunnudagin 6. mai frá kl. 14 til 17, og mánadag til mikudag í Umhvørvisvikuni frá kl. 10 til 18.

Knýt tín egna ampil.

Set fræ niður til kryddurtir.

Kom við einum avleggara og tak ein avleggara!

Framsýning við bókum um urtagarðar og dyrkan.

Sunnudagin 6. mai kl. 1500 og týsdagin 8. mai kl. 1630 er fyrilestur um spíriteknikk við Christian V. Dalsgaard.

Broyttar upplatingartíðir frá 1. mai

Frá týsdegnum 1. mai er Býarbókasavnið opið soleiðis:

Mánadag-hósdag   9 - 20
Fríggjadag 9 - 18
Leygardag 10 - 17
Sunnudag 14 - 17

Kanning av lesivanum 2017/18

lesikanningHvussu nógv lesa børn í 4., 6. og 9. flokki?

Kanningin av lesivanunum er gjørd í tíðarskeiðinum november 2017 - januar 2018; umleið 1300 næmingar svarandi hava svarað 26 spurningum; kanningin er dulnevnd. Umboð fyri Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetri Føroya, Nám og Bókadeild Føroya Lærarafelags hava tikið stig til kanningina. Greiningarfyritøkan Lóður hevur savnað dátuna inn og greinað úrslitini.

Býarbókasavnið og aðrir stovnar hava fíggjað høvuðspartin av kanningini.

Trýst her fyri at lesa um alla kanningina

Bókasavnið er stongt flaggdagin og dýra biðidag

Niels Juel Arge: Merkið

 

Flaggdagin 25. apríl er bókasavnið stongt.

Hósdagin 26. apríl er bókasavnið
opið sum vant frá kl. 9 til 21.

Dýra biðidag 27. apríl er bókasavnið stongt.

Sambinding týskvøldið 10. apríl

Noða

Vælkomin til Sambinding á Býarbókasavninum
týskvøldið 10. apríl kl. 1930-2130.

Tilflytarar, sum ikki duga stórvegis føroyskt, hava møguleika at byrja kvøldið við ókeypis málskeiði kl. 1900-1930.

 

(Press the British flag in top right corner for English version)

Soleiðis er opið í páskaferiuni

Páskaregg

mánadagin 26. mars   9-21
týsdagin 27. mars   9-21
mikudagin 28. mars   9-21
skírisdag   stongt
langafríggjadag   stongt
páskaaftan   stongt
páskadag   stongt
2. páskadag   stongt

 

Frá týsdegnum 3. apríl er aftur opið sum vanligt.

Vit ynskja øllum einar gleðiligar páskir.

Páskahugni 25.-28. mars

PáskahugniHvønn dag frá 25. til 28. mars er páskahugni á barnabókasavninum, har kartong, lím, skabelónir og annað tilfar liggur frammi á stóra borðinum.

Øll kunnu vera við, stór sum smá, og tað er ókeypis.

 
 
Rís og rós
Sig okkum tína meining um bókasavnið, ella um tú heldur, at okkurt kundi verið betri
* Kravdur teigur
*
*
*
*
Nýggj/ur á bókasavninum
Bókaberin - eitt gott tilboð Bókaberin - eitt gott tilboð

StandmyndTil tín, sum ikki hevur møguleika at koma á bókasavnið

Sambinding várið 2018 Sambinding várið 2018

Reyði krossur hevur
Sambinding á bókasavninum
týskvøld kl. 1930–2130

6. februar
6. mars
10. apríl
8. mai
12. juni

Kom kl. 19 og
lær okkurt føroyskt
á byrjanarstøði

Øll eru vælkomin!

Bókasavnsslóðir Bókasavnsslóðir

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo