Faroese Faroese English English

Opið er

Mánadag-hósdag kl. 9-21
Fríggjadag kl. 9-18
Leygardag kl. 10-16
Sunnudag kl. 14-17

Persónlig leiðbeining
gerandisdagar frá kl. 10

bbs@bbs.fo

Nýggjastu metingar
90325213
Loading...
52691354
Loading...
53188486
Loading...
53188451
Loading...
Nýggjastu ummæli
52990378
Loading...
51027922
Loading...
52629799
Loading...
52568471
Loading...
Flest ummæli
28902239
Loading...

Kanning av lesivanum 2017/18

lesikanningHvussu nógv lesa børn í 4., 6. og 9. flokki. Øll kanningin kann lesast her:
www.malmenning.fo/kanning-av-lesivanum/

Kanningin av lesivanunum er gjørd í tíðarskeiðinum november 2017-januar 2018; umleið 1300 næmingar svarandi til 75 % av árgangunum hava svarað 26 spurningum; kanningin er dulnevnd. Tær, ið hava tikið stig til kanningina, eru Lydia Didriksen, námslektari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, Marjun Ziskason, ritstjóri á Námi, Sissal M. Rasmussen, Ph.D.-lesandi, og Turið Kjølbro, ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags. Greiningarfyritøkan Lóður hevur savnað dátuna inn og greinað úrslitini. Mentamálaráðið hevur fíggjað høvuðspartin av kanningini; umframt hava Føroya Lærarafelag, Starvsmannafelagið, Landsbókasavnið, Býarbókasavnið í Havn og Bókasavnið við Løkin fíggjað.

Bókasavnið er stongt flaggdagin

Niels Juel Arge: Merkið

 

Flaggdagin 25. apríl er bókasavnið stongt.

Hósdagin 26. apríl er bókasavnið
opið sum vant frá kl. 9 til 21.

Dýra biðidag 27. apríl er bókasavnið stongt.

Sambinding týskvøldið 10. apríl

Noða

Vælkomin til Sambinding á Býarbókasavninum
týskvøldið 10. apríl kl. 1930-2130.

Tilflytarar, sum ikki duga stórvegis føroyskt, hava møguleika at byrja kvøldið við ókeypis málskeiði kl. 1900-1930.

 

(Press the British flag in top right corner for English version)

Soleiðis er opið í páskaferiuni

Páskaregg

mánadagin 26. mars   9-21
týsdagin 27. mars   9-21
mikudagin 28. mars   9-21
skírisdag   stongt
langafríggjadag   stongt
páskaaftan   stongt
páskadag   stongt
2. páskadag   stongt

 

Frá týsdegnum 3. apríl er aftur opið sum vanligt.

Vit ynskja øllum einar gleðiligar páskir.

Páskahugni 25.-28. mars

PáskahugniHvønn dag frá 25. til 28. mars er páskahugni á barnabókasavninum, har kartong, lím, skabelónir og annað tilfar liggur frammi á stóra borðinum.

Øll kunnu vera við, stór sum smá, og tað er ókeypis.

Earth Hour leygarkvøldið 24. mars

Earth Hour 2018

Sløkkið ljósini 24. mars kl. 2030.

Earth Hour er tímin, tá fólk kring allan heim varpa ljós á veðurlagsbroytingar við at sløkkja streymin.

Í hesum sambandi skipar Tórshavnar kommuna fyri hugnaligum tiltaki í Tinghúsgarðinum í Havn kl. 2000-2130.

Skrá
2000 Earth Hour-teltið á Vaglinum letur upp
2020 Turið Horn, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini, heldur røðu
2030 Ljósið verður sløkt – Vit gera í felag eitt 60+tekn við ljósum úr tálg
2035 Kórið Xperiment syngur
2050 Lívfrøðingurin, lærarin og rithøvundurin Magnus Gaard hugleiðir um lívfrøðiligt margfeldi
2105 Kórið Xperiment syngur
2115 Tónleikur við Marius Ziska á Býarbókasavninum

Elinborg í starvsvenjing

Elinborg

15 ára gamla Elinborg Weihe Thomassen er í starvsvenjing á Býarbókasavninum í løtuni. Hon hjálpir til við øllum møguligum, sum er at gera á bókasavninum. M.a. hevur hon hjálpt við velja nýggjar bøkur út og eisini hjálpt til við at skipa fyri Bókakafé.

Elinborg gongur í 9. flokki í Hoyvíkar skúla. Henni dámar væl at lesa, og hon er serliga glað fyri gotiskar bókmentir so sum Edgar Allan Poe og Bram Stoker, og eisini dámar henni at lesa bøkur um sálarfrøði. Vit bjóða Elinborg vælkomnari í starvsvenjing.

Bókakafé 15. mars

Bókakafé

Manglar tær íblástur til hvørja bók, tú skalt fara í holt við, nú várið er í hondum?

Kom á bókakafé hósdagin 15. mars kl. 17-18.

Á bókakaféini geva bókavørðir lesiprei til heilt røttu bøkurnar til tín.

Bókasavnið bjóðar okkurt at leska sær við, og við tær heim fært tú eisini ein bókalista til íblástur.

Tak niður bókalistan

Altjóða kvinnudagur

kvinnurÁlvafljóð, dandisfrýr, liljuvond, leikalindir, havfrýr og snekkjur eru nøkur av orðunum, sum lánarar kunnu renna seg í á bókasavninum. Bókasavnið setur kvinnuna og gentuna í miðdepilin í dag, 8. mars, altjóða kvinnudagin við eini framsýning av bókum um og eftir kvinnur.

Tvær framsýningar eru á Býarbókasavninum, ein til vaksin og ein til børn, har vit hava funnið fram bøkur um og eftir kvinnur og gentur.
Kring bókasavnið eru nógvar bøkur framsýndar á stúttum og hillum, og eisini har hava vit roynt at sett kvinnurnar í miðdepilin. 

Sambinding týskvøldið 6. mars

Málkafé Týskvøldið 6. mars verður aftur Sambinding á Býarbókasavninum.

Vit fáa okkum ein drekkamunn og hugna okkum saman, og hetta kvøldið er eisini møguleiki at luttaka í málkafé á føroyskum ella donskum.
Málkafé er ein øðrvísi háttur at venja mál, og um undirtøka er fyri tí, er ætlanin at skipa fyri afturvendandi málkaféum á Býarbókasavninum komandi tíðina.

Les meira um Sambinding Tórshavn

(Press the British flag in top right corner for English version)

 
 
Rís og rós
Sig okkum tína meining um bókasavnið, ella um tú heldur, at okkurt kundi verið betri
* Kravdur teigur
*
*
*
*
Nýggj/ur á bókasavninum
Bókaberin - eitt gott tilboð Bókaberin - eitt gott tilboð

StandmyndTil tín, sum ikki hevur møguleika at koma á bókasavnið

Sambinding várið 2018 Sambinding várið 2018

Reyði krossur hevur
Sambinding á bókasavninum
týskvøld kl. 1930–2130

6. februar
6. mars
10. apríl
8. mai
5. juni

Kom kl. 19 og
lær okkurt føroyskt
á byrjanarstøði

Øll eru vælkomin!

Bókasavnsslóðir Bókasavnsslóðir

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo