Faroese Faroese English English

Opið er

Mánadag-hósdag kl. 9-20
Fríggjadag kl. 9-18
Leygardag kl. 10-17
Sunnudag kl. 14-17

Persónlig leiðbeining
gerandisdagar frá kl. 10

bbs@bbs.fo

Nýggjastu metingar
54086601
Loading...
53326196
Loading...
52491797
Loading...
54102879
Loading...
54079397
Loading...
Nýggjastu ummæli
52990378
Loading...
51027922
Loading...
52629799
Loading...
52568471
Loading...
Flest ummæli
28902239
Loading...

Bókasavnið er stongt 24.-25. september

Smíð

Vegna umleggingar er Býarbókasavnið
stongt 24.-25. september.

Sjálvgreiðslan á heimasíðuni er óvirkin í sama tíðarskeiði.

Vit biðja lánararnar halda okkum til góðar.

Freistin at goyma tín gamla minnislista er 23/9

Minnislisti Býarbókasavnið fær nýggja heimasíðu í viku 38. Á nýggju heimasíðuni fært tú høvið at stovna ymiskar minnislistar, men um tú vilt varðveita "gamla" minnislista tín, mást tú goyma hann elektroniskt á teldu tíni, áðrenn gamla heimasíðan verður sløkt.

Tað kanst tú gera soleiðis:

  • Logga á www.bbs.fo

  • Trýst á Minnislisti ovast mitt fyri á forsíðuni

  • Trýst á "Vel alt" beint oman fyri ovastu bókina á listanum – nú verður flugubein sett við allar titlarnar á listanum

  • Trýst á "Teldupostur" - nú broytist síðan, og tú skalt fylla út teigarnar og síðani trýsta "Send"

  • Nú fært tú minnislistan sendandi sum teldupost. Um minnislistin ikki kemur í innbakkan hjá tær, kanst tú royna at hyggja í spambakkan

Sambinding verður aftur 25. september

Mosaikk
Týskvøldið 25. september hittast vit á Býarbókasavninum at hugna okkum saman við útlendingum úr øllum heiminum.

Kvøldið byrjar klokkan 19 við málskeiði í føroyskum fyri tilflytarar, sum ikki duga stórvegis føroyskt. Skeiðið er sjálvandi ókeypis.

Drekkamuður og prát frá 1930. Tað er sjálvandi loyvt at binda, men ikki eitt krav ;)

Endamálið við Sambinding er at fremja integratión og sambandið millum nýggjar og innføddar føroyingar.

Verið vælkomin. Skráin fyri kvøldið kemur seinni.

Press the British flag in the top right corner for English version

Sambinding 28. august

SambindingHeystið nærkast, og so er Sambinding aftur á skránni.
Týskvøldið 28. august hittast vit á Býarbókasavninum at hugna okkum saman við útlendingum úr øllum heiminum.

Kvøldið byrjar klokkan 19 við málskeiði í føroyskum fyri tilflytarar, sum ikki duga stórvegis føroyskt. Skeiðið er sjálvandi ókeypis.

Drekkamuður og prát frá 1930. Tað er sjálvandi loyvt at binda, men ikki eitt krav ;)

Endamálið við Sambinding er at fremja integratión og sambandið millum nýggjar og innføddar føroyingar.

Verið vælkomin. Skráin fyri kvøldið kemur seinni.

Press the British flag in the top right corner for English version

Hálvtíðarstarv sum skrivstovufólk

BýarbókasavniðSøkt verður eftir einum skrivstovufólki til Býarbókasavnið at arbeiða hálva tíð, at byrja skjótast til ber.

Høvuðsuppgávan er at arbeiða í avgreiðsluni á Býarbókasavninum, har tú skalt taka ímóti viðskiftafólki og veita teimum ymiskar tænastur. Starvið fevnir eisini um aðrar skrivstovuuppgávur, sum eru knýttar at virkseminum á Býarbókasavninum. Arbeitt verður í vaktum, morgun-, dag- og kvøldvaktum, eisini ávísar leygar- og sunnudagar.

Starvið er hálvtíðarstarv at byrja við, men við møguleika fyri fastsetan og longri arbeiðstíð í komandi ári.

Les alla starvslýsingina her

 

Kvinnuróður 100 ár á baki

Andrea Árting Framsýning um Andreu Árting letur upp í hølunum innast á veghæddini á Býarbókasavninum mikudagin 11. juli kl. 10.

Nú landið er í stevnu- og kappróðrarhýri, og ólavsøkan stundar til, ynskir Tórshavnar býarsavn at varpa ljós á Andreu Árting, hesa megnarkvinnu, sum slóðaði fyri, at kvinnur fóru at luttaka í føroyskum kappróðri og í almenna rúminum sum heild.

Framsýningin verður opin til 12. august og er samskipað av Tórshavnar býarsavni.
Á móttøku mikumorgunin 11. juli kl. 10 fer Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, at siga nøkur orð.

Øll eru vælkomin.

Les meira um Andreu Árting og søguna handan framsýningina

Býarbókavørður til Býarbókasavnið

Býarbókasavnið

Vilt tú seta dám á og við eldhuga leiða og mynda ein týðandi tænastustovn í føroyska mentanarumhvørvinum og menna Tórshavnar kommunu sum eina virkna mentanarkommunu – so er hetta møguliga starvið til tín!

Starvið sum býarbókavørður og leiðari fyri Býarbókasavnið er leyst at søkja við starvsbyrjan 1. september 2018 ella eftir nærri avtalu.

UM BÝARBÓKASAVNIÐ
Býarbókasavnið er ein kommunalur stovnur innan mentamálaøkið í Tórshavnar kommunu.

Býarbókasavnið hevur ein týðandi leiklut í gerandisdegnum hjá fólki í býnum, ungum sum eldri. Sum mentanar- og kunningardepil í miðbýnum og við hópatals bókum, tíðarritum, talgildum miðlum o.ø. skal Býarbókasavnið áhaldandi mennast og vera ein fjøltáttaður, nýskapandi, sjónligur og virkin tænastustovnur, ið røkkur út um vanliga bókasavnsvirksemið.

Les meira um starvið og stovnin

Lestrarhøli á bókasavninum í summar

Lestrarhøli

Aftur í summar bjóðar Tórshavnar kommuna lesandi at sita á Býarbókasavninum. Lestrarhølið verður á ovastu hæddini.
Hetta er sættu ferð, at tænastan verður á Býarbókasavninum.
Í lestrarhølinum kunnu lesandi sita í friði og náðum og arbeiða við uppgávum og lestri annars.

Hetta er eitt tilboð til teirra, ið eitt nú eru heima í summarfrí og hava tørv á einum friðarligum staði at lesa og arbeiða.

Les meira her...

Flúgvandi byrjan

LeikasavniðBørn og foreldur teirra hava tikið sera væl ímóti Leikasavninum, sum læt upp á barnabókasavninum 15. juli. Nógvar leikur vórðu læntar út beinanvegin, og hvønn dag koma fólk inn at læna leikur. Eisini onkrar ommur og onkrir abbar hava verið og lænt.

Summi børn hava havt hug at spælt við leikurnar, longu meðan tey eru á Leikasavninum. Men tað ber ikki til, tí tað hevur stóran týdning, at leikurnar ikki verða blandaðar saman, áðrenn fólk hava lænt tær.

Takk fyri, at tit bíða við at spæla við leikurnar,
til tit hava lænt tær við til hús.

Starvsfólkið er altíð til reiðar at svara, um tit hava onkran spurning.

Er Bitcoin sikkurt?

Bitcoin

Hósdagin 21. juni kl. 17-19 stroymar Bitcoin Føroyar eina framløgu við Andreas Antonopoulos.
Framløgan verður á 1. hædd á Býarbókasavninum og er á enskum.

Flestu miðlarnir í heiminum hava seinasta árið havt Bitcoin uppi at venda. Í tí sambandi hava greinar, útvarpssendingar og tíðindainnsløg roynt at fáa greiðu á, um Bitcoin er trygt, tó uttan nakra serliga niðurstøðu.

Framløgan, sum er á enskum og er rímiliga teknisk, verður førd fram á ein sera pedagogiskan og áhugaverdan hátt. Andreas Antonopoulos er fyri nógv tann, sum vakti áhugan fyri Bitcoin.

 
 
Rís og rós
Sig okkum tína meining um bókasavnið, ella um tú heldur, at okkurt kundi verið betri
* Kravdur teigur
*
*
*
*
Nýggj/ur á bókasavninum
Bókaberin - eitt gott tilboð Bókaberin - eitt gott tilboð

StandmyndTil tín, sum ikki hevur møguleika at koma á bókasavnið

Sambinding heystið 2018 Sambinding heystið 2018

Reyði krossur hevur
Sambinding á bókasavninum
týskvøld kl. 1930–2130

28. august
25. september
23. oktober
27. november
11. desember

Kom kl. 19 og
lær okkurt føroyskt
á byrjanarstøði

Øll eru vælkomin!

Bókasavnsslóðir Bókasavnsslóðir

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo