Faroese Faroese English English
Opið er

Mánadag-hósdag kl. 9-21
Fríggjadag kl. 9-18
Leygardag kl. 10-16
Sunnudag kl. 14-17

Telefon 302030
svarar frá kl. 10

bbs@bbs.fo

Nýggjastu metingar
53175406
Loading...
52817757
Loading...
Nýggjastu ummæli
52990378
Loading...
51027922
Loading...
52629799
Loading...
52568471
Loading...
Flest ummæli
28902239
Loading...

Sri Chinmoy Oneness-Home Peace RunKyndilin kemur til Havnar mánadagin 18. september.
Móttøka verður á Vaglinum kl. 13, og aftan á verður framsýning sett á Býarbókasavninum kl. 14.

Sri Chinmoy Oneness-Home Peace Run hevur virkað síðan 1987, og hesi seinastu 30 árini hevur kyndilin vitjað 155 lond og runnið fleiri enn 600.000 km.

Les meira um stovnsetaran Sri Chinmoy og um friðarrenningina.

SambindingTýskvøldið 12. september hittast vit aftur á Býarbókasavninum til Sambinding, sum er eitt hugnakvøld, har føroyingar og tilflytarar hittast til prát og hugnaliga samveru. 

Russiska Galina kemur at fortelja okkum um sítt ítrív, tøving. Her kunnu tit síggja myndir úr stovuni hjá henni, sum er prýdd við føroyskari ull.

Beint áðrenn Sambinding, kl. 19, er hálvur tími við undirvísing í føroyskum á byrjanarstigi.

Vit síggjast týskvøldið til Sambinding í Havn.

(Press the British flag in top right corner for English version)

Mál- og avriksavtalaMál- og avriksavtalur eru nú gjørdar við Svimjihøllina, Býarbókasavnið og Kvøldskúlan fyri 2017/18.

Í visjónini fyri Tórshavnar Kommunu er m.a. ásett, at høvuðsstaðurin er effektivur og framtakshugaður við skjótari og góðari tænastu til borgarar og vinnu.

Við støði m.a. í hesi visjón er innan mentamálaøkið/ trivnaðarfyrisitingina sett út í kortið, at gera sonevndar mál- og avriksavtalur við stovnar innan mentamálaøkið hjá Tórshavnar kommunu.

Hetta verður gjørt við tí fyri eyga at seta mál og leggja ætlanir fyri virksemið, at tryggja rationellan rakstur, eins og støðugt at fremja og eftirmeta arbeiðsgongdir, umframt at skapa eitt kveikjandi og mennandi arbeiðsumhvørvi.

Alt hetta við tí meginendamáli at veita góðar tænastur og tilboð til borgararnar. Hesir 3 stovnarnir eru týðandi tænastustovnar innan frítíð, ítrótt og mentan.

Les mál- og avriksavtaluna fyri Býarbókasavnið her

LjóðbókalistinLjóðbókalistin er ein listi yvir bøkur, lisnar inn á fløgur og bond, sum Býarbókasavnið eigur. Í listanum er ein stutt lýsing av hvørjari einstakari bók. Meginparturin av bókunum er á fløgum.

Ljóðbókalistin, sum er 166 síður, er ókeypis og fæst á bókasavninum.

Øll kunnu læna ljóðbøkur. Um tú ikki fært komið á bókasavnið, kanst tú senda onkran fyri teg ella melda teg til Bókaberan, sum er eitt ókeypis tilboð til fólk, sum ikki hava møguleika at koma á bókasavnið.

HendurVit hittast annað týskvøld í mánaðinum kl. 1930-2130.
Øll eru vælkomin - vit síggjast!

12. september
10. oktober
14. november
12. desember

Um Sambinding
Sambinding er eitt tiltak, har tilflytarar og føroyingar hugna sær saman, koma at kennast og læra av hvørjum øðrum.

Øll eru vælkomin – bæði við og uttan stokkar.
Luttøkan er ókeypis, og tilmelding er ikki neyðug.

 

Sambindingarkaféin er eitt afturvendandi opið tiltak eitt týskvøld um mánaðin. Átakið er skipað sum eitt samstarv millum Býarbókasavnið, Reyða Kross og "Hvussu kunnu vit hjálpa?".

skúlabyrjan


Framsýning í útláninum við bókum um skúlabørn og skúlabyrjan - bæði til børn og vaksin.

Aggi Ásgeirsdóttir

Listaframsýningin Incognito við Aggi Ásgeirsdóttir verður frá 12. juli til hálvan august. Hetta er ein søluframsýning.

Íalt eru 14 myndir, sum allar eru gjørdar í 2017, og eru tær mixed media, akryl og decoupageteknikkur.

Aggi sigur um myndirnar: "Orð hava altíð givið mær íblástur til at gera myndir. Incognito, heitið eg havi valt til hesar myndirnar, vísir til tað ókenda og ónevnda, har okkurt óvæntað verður avdúkað og kemur til sjóndar, meðan okkurt annað framvegis fjalir seg sum loynidómur, ið vit aldrin verða tilvitað um.
At samskifta við orðum og myndum á alnótini kenna vit í gerandisdegnum, at koma fram á kendan sum ókendan tekst, leita, lesa og kanna, síggja samanhang og tilknýti millum fortíð, nútíð, peikandi móti framtíðini.
Hetta hugtekur meg nógv. Tí eri eg eisini glað fyri at sýna fram hesar myndir á Býarbókasavninum, ið fyri meg er eitt mekka fyri orð og vitan".

FilmstribenNú riggar filmstriben.dk aftur í Chrome, Firefox, Edge og Safari.

Tað ber eisini til at nýta Chromecast at senda filmin frá pc, android ella mac til sjónvarpsskíggjan.

Hevur tú iOS-appina til Filmstriben, skal hon dagførast.

Les meira á filmstriben.dk

Tey trýMikudagin tann 19. juli klokkan 16 skipar Býarbókasavnið fyri upplestri og samrøðu. Tey, sum fara at lesa upp, eru: Anna Malan Jógvansdóttir, Rúni Weihe og Oddfríður Marni Rasmussen. Tey trý hava gingið á Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn. Hetta er fyrstu ferð, at tey trý lesa upp saman.

Fyrst fer Oddfríður at hava eina samrøðu við Annu Maluna og Rúna um at ganga á rithøvundaskúla. Síðani verður upplestur.

Anna Malan Jógvansdóttir hevur gingið eitt ár á Rithøvundaskúlanum, og hevur hon eitt ár eftir. Anna Malan hevur givið út eitt yrkingasavn, Undirfloyma, sum hon myndprýddi sjálv.

Rúni Weihe hevur eisini gingið eitt ár á Rithøvundaskúlanum. Hann hevur givið út skaldsøguna Mursejler.

Oddfríður M. Rasmussen gekk á Rithøvundaskúlanum frá 1998 til 2000. Hann hevur givið út 16 bøkur, 13 teirra eru yrkingasøvn.

©Hayes RobertsSkalt tú burtur eitt tíðarskeið í summar, ber til at skráseta hetta í lánaravangamynd tíni, so tú ikki fært boð um bílagdar bøkur, meðan tú ert burtur.

Samstundis varðveitir tú pláss títt í bíðirøðini, so tú fært bókina stutt eftir, at skrásetta tíðarskeiðið endar.

Soleiðis gert tú

 
 
Rís og rós
Sig okkum tína meining um bókasavnið, ella um tú heldur, at okkurt kundi verið betri
* Kravdur teigur
*
*
*
*
Nýggj/ur á bókasavninum
Bókaberin - eitt gott tilboð Bókaberin - eitt gott tilboð

StandmyndTil tín, sum ikki hevur møguleika at koma á bókasavnið

Sambinding vár 2017 Sambinding vár 2017

Annað týskvøld í mánaðinum
kl. 1930–2130

12. september
10. oktober
14. november
12. desember

Nýtt! Kom kl. 19 og
lær okkurt føroyskt
á byrjanarstøði

Øll eru vælkomin!

Bókasavnsslóðir Bókasavnsslóðir

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo