Faroese Faroese English English
Opið er

Mánadag-hósdag kl. 9-21
Fríggjadag kl. 9-18
Leygardag kl. 10-16
Sunnudag kl. 14-17

Telefon 302030
svarar frá kl. 10

bbs@bbs.fo

Nýggjastu metingar
52041961
Loading...
51152409
Loading...
53187404
Loading...
Nýggjastu ummæli
52990378
Loading...
51027922
Loading...
52629799
Loading...
52568471
Loading...
Flest ummæli
27259030
Loading...
28724683
Loading...
28902239
Loading...

Tey trýMikudagin tann 19. juli, klokkan 16:00 skipar Býarbókasavnið fyri upplestri og samrøðu. Tey, sum fara at lesa upp eru: Anna Malan Jógvansdóttir, Rúni Weihe og Oddfríður Marni Rasmussen. Tey trý hava gingið á Rithøvundaskúlanum í Keypmannhavn. Hetta er fyrstu ferð, at tey trý lesa upp saman.

Fyrst fer Oddfríður at hava eina samrøðu við Annu Maluna og Rúna um at ganga á rithøvundaskúla. Síðani verður upplestur.

Anna Malan Jógvansdóttir hevur gingið eitt ár á Rithøvundaskúlanum, og hevur hon eitt ár eftir. Anna Malan hevur givið út eitt yrkingasavn Undirfloyma, sum hon myndprýddi sjálv.

Rúni Weihe hevur eisini gingið eitt ár á Rithøvundaskúlanum. Hann hevur givið út skaldsøguna, Mursejler.

Oddfríður M. Rasmussen gekk á Rithøvundaskúlanum frá 1998 til 2000. Hann hevur givið út 16 bøkur, 13 teirra eru yrkingasøvn.

 

Aggi Ásgeirsdóttir

Listaframsýningin Incognito við Aggi Ásgeirsdóttir verður frá 12. juli til hálvan august. Hetta er ein søluframsýning.

Íalt eru 14 myndir, sum allar eru gjørdar í 2017, og eru tær mix media, akryl og decoupageteknikkur.

Aggi sigur um myndirnar: Orð hava altíð givið mær íblástur til at gera myndir. Incognito, heitið eg havi valt til hesar myndirnar, vísir til tað ókenda og ónevnda, har okkurt óvæntað verður avdúkað og kemur til sjóndar, meðan okkurt annað framvegis fjalir seg sum loynidómur, ið vit aldrin verða tilvitað um.
At samskifta við orðum og myndum á alnótini kenna vit í gerandisdegnum, at koma fram á kendan sum ókendan tekst, leita, lesa og kanna, síggja samanhang og tilknýti millum fortíð, nútíð, peikandi móti framtíðini.
Hetta hugtekur meg nógv. Tí eri eg eisini glað fyri at sýna fram hesar myndir á Býarbókasavninum, ið fyri meg er eitt mekka fyri orð og vitan.

 

FilmstribenNú riggar filmstriben.dk aftur í Chrome, Firefox, Edge og Safari.

Tað ber eisini til at nýta Chromecast at senda filmin frá pc, android ella mac til sjónvarpsskíggjan.

Hevur tú iOS-appina til Filmstriben, skal hon dagførast.

Les meira á filmstriben.dk

©Hayes RobertsSkalt tú burtur eitt tíðarskeið í summar, ber til at skráseta hetta í lánaravangamynd tíni, so tú ikki fært boð um bílagdar bøkur, meðan tú ert burtur.

Samstundis varðveitir tú pláss títt í bíðirøðini, so tú fært bókina stutt eftir, at skrásetta tíðarskeiðið endar.

Soleiðis gert tú

Poonam JóanesarsonPoonam Jóanesarson er í starvsvenjing hjá okkum í løtuni. Poonam er 20 ár og býr í Havn. Hon elskar at lesa, og í dag hevur hon funnið tríggjar skaldsøgur, sum hon skal læna heim við. Allar tríggjar eru filmatiseraðar, og Poonam hevur sæð filmarnar.

Helen Fielding: Bridget Jones' baby

Kathryn Stockett: Niceville

Susan Hill: Kvinden i sort

Poonam hevur verið runt í øllum deildum á bókasavninum og lært, hvørjum vit arbeiða við, tað er alt frá skráseting til klárgering av bókum.

Vit eru sera fegin um at hava Poonam her hjá okkum.

BýarbókasavniðÍ summar kunnu lesandi aftur nýta lestrarhølið á ovastu hædd á bókasavninum. Í lestrarhølinum kunnu lesandi sita í friði og náðum og arbeiða við uppgávum og lestri annars.

Hetta er eitt tilboð til teirra, ið eitt nú eru heima í summarfrí og hava tørv á einum friðarligum staði at lesa og arbeiða.

Øll lesandi eru vælkomin at nýta hølið.
 

Lestrarhølið er opið frá 26. juni til 20. august 2017, somu tíðir sum Býarbókasavnið.

posar
Við umhvørvinum í huga vil Býarbókasavnið eisini vera við til at tálma nýtsluni av plasti.

Bókasavnið er í eini tilgongd, har vit so við og við fara burtur frá at nýta plastposar.
Høvi er tí at keypa taskur, sum kunnu brúkast aftur og aftur.

Teir gomlu plastposarnir fáast enn, tó taka vit eitt lítið gjald fyri teir. Okkara brúkarar fylgja væl við i kjakinum um nýtsluna av plasti og fáa hervið fleiri valmøguleikar. 

Vónandi fara fólk at taka væl undir við hesum tiltaki.

Sóljur

Týskvøldið 13. juni kl. 1930-2130 hittast vit á Býarbókasavninum til Sambinding, sum er eitt hugnakvøld, har 'innfødd' og tilflytarar hittast til prát og hugnaliga samveru.
Hetta er seinasta ferðin áðrenn summarsteðgin.

Nýtt: Beint áðrenn Sambinding, kl. 1915, er eitt korter við undirvísing í føroyskum á byrjanarstigi.

Songkvinnan Elinborg kemur at syngja og spæla nøkur løg, og Athaya Slættalíð sigur okkum eitt sindur um seg sjálva.

Vit síggjast týskvøldið til Sambinding í Havn.

(Press the British flag in top right corner for English version)

Stavir
Selma 4 ár. Rætta svarið var: 7.

Silja 9 ár. Rætta svarið var: Pettson.

Døgg 12 ár. Rætta svarið var: Meðan vit vaska gularøturnar hugsi eg um Kaninus.

Mentanarnátt 2. juni

Alt bókasavnið er opið kl. 9-21

Kl. 9-21:
Skattaveiða við orðum og bókstavum á barnabókasavninum. Kappingin er býtt í tríggjar bólkar, og ein vinnari verður funnin í hvørjum bólki. Øll, sum luttaka, fáa eitt lítið tinganest.

Kl. 17:
Nýggja goymslan, sum er innrættað í kjallaranum, letur upp. Hon skal framyvir virka sum opin goymsla, ið øll hava atgongd til. Har eru nógvir forvitnisligir dýrgripir fyri fólk við áhuga í gomlum bókmentum.

 

Øll skráin fyri Mentanarnáttina sæst her

 
 
Rís og rós
Sig okkum tína meining um bókasavnið, ella um tú heldur, at okkurt kundi verið betri
* Kravdur teigur
*
*
*
*
Nýggj/ur á bókasavninum
Bókaberin - eitt gott tilboð Bókaberin - eitt gott tilboð

StandmyndTil tín, sum ikki hevur møguleika at koma á bókasavnið

Sambinding vár 2017 Sambinding vár 2017

Annað týskvøld í mánaðinum
kl. 1930–2130

14. februar
14. mars
11. apríl
9. mai
13. juni

Nýtt! Kom kl. 1915 og
lær okkurt føroyskt
á byrjanarstøði

Øll eru vælkomin!

Bókasavnsslóðir Bókasavnsslóðir

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo