Faroese Faroese English English
Opið er

Mánadag-hósdag kl. 9-21
Fríggjadag kl. 9-18
Leygardag kl. 10-16
Sunnudag kl. 14-17

Telefon 302030
svarar frá kl. 10

bbs@bbs.fo

Nýggjastu metingar
50978478
Loading...
28902239
Loading...
27259030
Loading...
Nýggjastu ummæli
51027922
Loading...
52629799
Loading...
52568471
Loading...
Flest ummæli
27259030
Loading...
28724683
Loading...
28902239
Loading...

BókatrappaHetta til sunnudagin verður trappan í uppgongini millum 1. og 2. hædd á bókasavninum umvæld, og hetta ávirkar bókasavnstænastuna.
Tá 2. og 3. hædd eru opnar, mugu lánarar nýta lyftuna at koma frá 1. til 2. hædd.

Mikukvøldið kl. 18-21 er bert 1. hædd (kaféhæddin) opin og atgongd til tilfar, sum er á hæddini og í goymslu. Starvsfólk verður til staðar, sum kann hjálpa við at bíleggja og annað. Internetteldur eru tøkar, men tað ber ikki til at kopiera og printa.

Kristi himmalsferðardag er alt bókasavnið stongt.

Fríggjadagin 26. mai er alt bókasavnið opið sum vant.

Leygardagin kl. 12-14 er alt bókasavnið opið sum vant.
Men kl. 10-12 og kl. 14-16 er bert 1. hædd (kaféhæddin) opin og atgongd til tilfar, sum er á hæddini og í goymslu. Starvsfólk verður til staðar, sum kann hjálpa við at bíleggja og annað. Internetteldur eru tøkar, men tað ber ikki til at kopiera og printa.

Sunnudagin kl. 14-17 er bert 1. hædd (kaféhæddin) opin og atgongd til tilfar, sum er á hæddini og í goymslu. Starvsfólk verður til staðar, sum kann hjálpa við at bíleggja og annað. Internetteldur eru tøkar, men tað ber ikki til at kopiera og printa.

Haldið okkum til góðar.

Í Mentanarkaféini í Kringvarpinum mikukvøldið 17. mai varpaði Býarbókasavnið ljós á nakrar av teimum bókunum, sum bókasavnið nýliga hevur fingið.

Nýggjar bøkur

• Svetlana Aleksijevitj: Secondhand-tid (yrkisbók)
• Kjell Askildsen: Tær bestu (stuttsøgusavn)
• Laura Barnett: Tre gange os to (skaldsøga)
• Hassan Blasim: Tossen fra Frihedspladsen (stuttsøgur)
• Alina Bronsky: Baba Dunja og kærligheden (skaldsøga)
• Caspar Eric: Avatar (yrkingasavn)
• Tomas Espedal: Ævisøga - Dagbók - Brøv (tríggjar bøkur í einari útgávu)
• Stephen W. Hawking: Mesterværket - bag om Hawkings univers (yrkisbók)
• Tom Kristensen: Martin (graphic novel)
• Orhan Pamuk: Dette fremmede i mig (skaldsøga)
• Ófeigur Sigurðsson: En roman om Jon og... (skaldsøga)
• Bruce Springsteen: Born to run (ævisøga)

 
Hoyr sendingina ella trýst á titlarnar fyri at koma beinleiðis inn til bøkurnar í bókasavnsgrunninum. Um tú loggar á, kanst tú bíleggja bøkurnar beinanvegin. Ella kom inn á bókasavnið og læn tær. Bókasavnið er opið 66 tímar um vikuna.

Tóroddur PoulsenNú verður aftur bókakafé á bókasavninum. Tað verður týskvøldið 16. mai kl. 19-21.

Tóroddur Poulsen og Vónbjørt Vang fara at hava eitt prát, og Tóroddur fer at lesa yrkingar upp.

Tóroddur Poulsen, skald og fjøllistamaður v.m., býr í Danmark, og tí er hetta eitt serstakt høvi hjá føroyingum í Føroyum at hoyra hann lesa upp sínar egnu yrkingar og práta um ymiskt, sum upptekur hann í hansara virkna og fjølbroytta listaliga virksemi.

Kafékvøldið verður týskvøldið 16. mai kl. 19-21, og tað er ókeypis atgongd. Vónbjørt Vang, varaleiðari á Býarbókasavninum, er vertur.

Sambinding

Týskvøldið 9. mai hittast vit aftur á Býarbókasavninum til Sambinding, sum er eitt hugnakvøld, har føroyingar og tilflytarar hittast til prát og hugnaliga samveru. 

Vit fara at hoyra bólkin rökkvi framføra nøkur løg.

Vit síggjast týskvøldið til Sambinding í Havn.

>>>>>> English version <<<<<<<

Tuesday night May 9th we will meet again for Intertwining to enjoy a friendly and open athmosphere and to meet other people. 

A short lesson in Faroese for beginners will be held at 19.15 before the actual Intertwining begins at 19.30.

rökkvi will performe a couple of songs.

See you tomorrow night for Intertwining in Tórshavn.

Umhvørvisvikan 2017

Næstan 100 tekningar komu inn til teknikappingina 2017.

Vinnarar gjørdust Benjamin Kruse Niclasen í 0. flokki, Janny Linda Helgadóttir Justinussen í 2. flokki og Birita Skarpheðinsdóttir Joensen í 4. flokki.

Tey vunnu hvør sítt gávukort á 1.500 kr.

Hjartaliga tillukku, tit trý!

Síggj vinnaratekningarnar her

Allar innkomnu tekningarnar eru komnar upp at hanga og kunnu síggjast á bókasavninum.

Flaggslanga
"Vi er mere ens i nord, end vi tror"
...vit líkjast meira, enn vit geva okkum far um

Konsertin er leygardagin 29. apríl kl. 14
og er ætlað aldursbólkinum 5-8 ár. 

Sangskrivaraverkstova
10 børn, sum fara til konsertina, hava møguleika at luttaka í einari sangskrivaraverkstovu, har tey skriva eitt føroyskt ørindi til sangin um, hvat tey halda Norðurlond vera, og hvat er serstakt fyri Føroyar.

Ókeypis atgongumerki
til konsert og sangskrivaraverkstovu fáast á Býarbókasavninum frá 24. apríl.
Avmarkað atgongd.

Les meira um tiltakið

Umhvørvisvikan 2017Teknikapping
Mánadagin 24. apríl kl. 9 byrjar teknikappingin fyri børn upp til 6. flokk. Øll børn eru vælkomin inn á barnabókasavnið at tekna eina mynd. Myndin skal lýsa evnið í Umhvørvisvikuni, sum er:

"Hvørvisjón – Hvar endar títt plast?"

Allar innkomnu tekningarnar verða í løtuni sýndar fram í trappugongini millum 2. og 3. hædd.


Bindikafé 27. apríl

Hósdagin kl. 10 er bindikafé við Sissal Kristiansen. Tak stokkarnar við og kom og bind lappar ella annað úr vistfrøðiligari bummull.

 Hósdagin kl. 14 er bindikafé við Sissal Kristiansen. Tak stokkarnar við og kom og bind lappar ella annað úr vistfrøðiligari bummull.

 Hóskvøldið kl. 1930 er bindikafé við Guðrun Ludvig. Tak stokkarnar við og kom og bind lappar ella annað úr vistfrøðiligari bummull.

Mítt bókasavnBókakafé á Býarbókasavninum
týskvøldið 18. apríl kl. 19-21.

Á skránni er bókasavnsprát við gestirnar Jan Mortensen, Jóanes Nielsen og Bergljót av Skarði. Eisini verður yrkingaupplestur.

Ókeypis atgongd. Vertur er Arnbjørn Ó. Dalsgarð.

Les meira um tiltakið

Myndin er lænt frá kvinna.foTýskvøldið 11. apríl kl. 1930-2130 hittast vit aftur á Býarbókasavninum til Sambinding, sum er eitt hugnakvøld, har 'innfødd' og tilflytarar hittast til prát og hugnaliga samveru.

Eisini verður høvi at hoyra David Im, integratiónssamskipara, fortelja um arbeiðið við integratión. Og Tonicia Hansen tosar um at flyta úr London til Føroya og um sínar upplivingar sum tilflytari.

Nýtt: Beint áðrenn Sambinding, kl. 1915, er eitt korter við undirvísing í føroyskum á byrjanarstigi.

Vit síggjast týskvøldið til Sambinding í Havn.

(Press the British flag in top right corner for English version)

PáskahugniHvønn dag frá 8. til 12. apríl er páskahugni á barnabókasavninum, har kartong, lím, skabelónir og annað tilfar liggur frammi á stóra borðinum.

Øll kunnu vera við, stór sum smá, og tað er ókeypis.

 
 
Rís og rós
Sig okkum tína meining um bókasavnið, ella um tú heldur, at okkurt kundi verið betri
* Kravdur teigur
*
*
*
*
Nýggj/ur á bókasavninum
Bókaberin - eitt gott tilboð Bókaberin - eitt gott tilboð

StandmyndTil tín, sum ikki hevur møguleika at koma á bókasavnið

Sambinding vár 2017 Sambinding vár 2017

Annað týskvøld í mánaðinum
kl. 1930–2130

14. februar
14. mars
11. apríl
9. mai
13. juni

Nýtt! Kom kl. 1915 og
lær okkurt føroyskt
á byrjanarstøði

Øll eru vælkomin!

Bókasavnsslóðir Bókasavnsslóðir

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo