Faroese Faroese English English

Opið er

Mánadag-hósdag kl. 9-21
Fríggjadag kl. 9-18
Leygardag kl. 10-16
Sunnudag kl. 14-17

Telefon 302030
svarar frá kl. 10

bbs@bbs.fo

Nýggjastu metingar
52721059
Loading...
90383000
Loading...
52652421
Loading...
Nýggjastu ummæli
52990378
Loading...
51027922
Loading...
52629799
Loading...
52568471
Loading...
Flest ummæli
28902239
Loading...

Jólasambinding týskvøldið 12. desember

Jólastjørna

Seinasta Sambinding í ár verður
týskvøldið 12. desember kl. 1930-2130
á Býarbókasavninum.

Guðrið Patursson og Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge syngja jólasangir fyri okkum. Eisini syngja vit jólasangir, bæði føroyskar og enskar.

Vit gera jólapynt, og binda og práta annars, akkurát sum vit plaga :)

Øll eru vælkomin, og tiltakið er ókeypis.

 

Press the British flag in the top right corner for English version

Nýggj plakat um fake news

Eru tað følsk tíðindi?Meir enn nakrantíð eru vit undirdíkt við følskum tíðindum, alternativum fakta og postfaktuellum sannleikum, sum gera tað trupult at skyna á, um tíðindi eru álítandi.

Hvussu kunnu vit lættast meta um,
um talan er um fake news?

Bókasøvn kring varpa ljós á hugtakið fake news - følsk tíðindi. At duga at hugsa kritiskt er lykilin til at ogna sær vitan.

Føroysk bókasøvn og NÁM hava í felag framleitt føroysku útgávuna av plakatini, sum altjóða bókasavnssamtakið IFLA hevur gjørt.
Við átta einføldum myndum og leiðreglum kanst tú meta um, um talan er um fake news.
Vónin er, at plakatin eggjar til kjak og økir um tilvitanina um evnið fake news.

Fleiri eintøk av plakatini fáast við at venda sær til Býarbókasavnið. Tú kanst eisini taka plakatina niður í pdf-sniði, so plakatin kann prentast í minni støddum.

Alvi og Glitursuttan

 Alvi og glitursuttan
Upplestur verður á barnabókasavninum leygardagin 2. desember kl. 14.

Rógvi Dam lesur nýggju barnabókina Alvi og glitursuttan, sum Laura Dam Joensen hevur skrivað.

Olga Kruse hevur myndprýtt bókina.

Tiltakið er ókeypis.

Manglar tær íblástur til vetrarlesnað?

VetrarbókakaféKom á vetrarbókakafé á Býarbókasavninum

hósdagin 30. november kl. 17

Vetrartíð er lesitíð, men kanska manglar tær íblástur til, hvørja bók tú skalt fara í holt við í vetrarmyrkrinum?

Á vetrarbókakafé geva bókavørðir á Býarbókasavninum lesiprei til heilt røttu bøkurnar til veturin.

Bókasavnið bjóðar okkurt at leska sær við, og við tær heim fært tú eisini
ein bókalistatil íblástur.

Tak bókalistan niður her

Ársins bókapermur 2017

Tær bygdu landÍ sambandi við Bókadagar, ið vóru í Norðurlandahúsinum 24.-26. november, vóru ársins bókapermur kosnar.

Kappast varð í tveimum bólkum: bøkur til vaksin og barna- og ungdómsbøkur, og vinnandi permurnar vóru Tær bygdu land og Alvi og glitursuttan.

Les meira her

Bókasavnið í broyting

Bókasavnið í broytingSunnudagin 26. november 2017 kl. 17
í Skálanum í Norðurlandahúsinum.

Bókadagar eru í Norðurlandahúsinum 24.-26. november 2017.

Býarbókasavnið í Havn er vertur fyri einum tíma við framløgum og práti um framtíðar bókasavnið.

Broyttir lesivanar og nýggir hættir at nema sær kunnleika nú og frameftir seta nýggj krøv til bókasøvnini í framtíðini. Hvørji eru hesi krøv í dag, og hvørji verða tey í framtíðini? Hvussu fara bókasøvnini at broytast næstu árini, og fer nakað at verða varðveitt av tí gamla bókasavninum? Býarbókasavnið í Havn er vertur fyri einum tíma við framløgum og práti um framtíðar bókasavnið, har eyguni verða vend úteftir og hugt verður at rákum, nýhugsan og royndum á altjóða bókasavnspallinum at møta broyttu vanunum hjá borgarunum.

Lestrarhøli í jólafrítíðini

Niels Finsens gøtaAftur í ár kunnu lesandi arbeiða á bókasavninum um jólini. Lestrarhølini verða á ovastu hæddini og verða latin lesandi burturav frá 12. desember til 15. januar. Hetta er triðju ferð, at tænastan verður á Býarbókasavninum um jóltíðir.

Hetta er eitt tilboð til teirra, ið eitt nú eru heima í jólafrítíðini og hava tørv á einum friðarligum staði at lesa og arbeiða.

Lestrarhølini verða opin, tá ið Býarbókasavnið er opið. Fyrsta dagin verður latið upp kl.13.

Les meira her

Sjórænararnir koma 19. november

Norðurlendsk bókasavnsvika 2017

Upplestur og skattajakt á barnabókasavninum
sunnudagin 19. november.

"Fimtan menn á deyða mans kistu.
Hey, hó, og deyða mans romm".

Kl. 15 lesur ræðuligi sjórænarin Hanna Flóvinsdóttir úr bókini Skattaoyggin eftir Mauri Kunnas. Tað er søgan um Lítla Jim og Long John Silver.
Aftaná fara allir sjórænarar at leita eftir skattinum hjá Flint kapteyni.

Norðurlendska bókasavnsvikan hevur í ár evnið "oyggjar", og í tí sambandi er barnabókasavnið skift út við eina skattaoyggj sunnudagin 19. november.

Altjóða spældagur leygardagin 18. november

Altjóða spældagurVit spæla borðspøl á bókasavninum kl. 10-16.

Skrá:
Kl. 10 finna vit borðspølini fram og fara at spæla um alt húsið. 

Kl. 13-15 AVLÝST - Hanus Samró kemur at spæla strategispælið Hertak Føroyar, sum hann sjálvur hevur ment. Fá serkøna hjálp og góð triks.

Tíverri hevur Hanus Samró avlýst at koma, men øll eru sjálvandi enn vælkomin at koma inn at spæla bæði Hertak Føroyar og onnur spøl.

Tak spælivinirnar við á bókasavnið.

Tiltakið er ókeypis, og tað er ikki neyðugt at melda til frammanundan.

Sambinding týskvøldið 14. november

SambindingSambinding verður aftur týskvøldið 14. november kl. 1930.

Dugnaligu Anna Hüdepohl (accordion) og Angelika Nielsen (violin) spæla fyri okkum og hugleiða um at vera tonleikarar í Føroyum. So Sambinding týskvøldið verður eitt serstakt kvøld við góðum tónleiki.

Øll eru vælkomin til Sambinding, sum er eitt tiltak fyri fólk, sum júst eru komin til Føroya, ella hava búð her í styttri tíð, longri tíð ella altíð.

Vit bjóða kaffi, te og køkur, og tiltakið er ókeypis. Vit síggjast!

Nýtt: Møt upp kl. 19 til fría undirvísing í grundleggjandi føroyskum.

Fylg við á facebooksíðuni Sambinding/Intertwining

 

Press the British flag in the top right corner to see the English version

 
 
Rís og rós
Sig okkum tína meining um bókasavnið, ella um tú heldur, at okkurt kundi verið betri
* Kravdur teigur
*
*
*
*
Nýggj/ur á bókasavninum
Bókaberin - eitt gott tilboð Bókaberin - eitt gott tilboð

StandmyndTil tín, sum ikki hevur møguleika at koma á bókasavnið

Sambinding heyst 2017 Sambinding heyst 2017

Annað týskvøld í mánaðinum
kl. 1930–2130

12. september
10. oktober
14. november
12. desember

Nýtt! Kom kl. 19 og
lær okkurt føroyskt
á byrjanarstøði

Øll eru vælkomin!

Bókasavnsslóðir Bókasavnsslóðir

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo