Faroese Faroese English English
Opið er

Mánadag-hósdag kl. 9-21
Fríggjadag kl. 9-18
Leygardag kl. 10-16
Sunnudag kl. 14-17

Telefon 302030
svarar frá kl. 10

bbs@bbs.fo

Nýggjastu metingar
52026679
Loading...
27774415
Loading...
52128919
Loading...
28773757
Loading...
Nýggjastu ummæli
52629799
Loading...
52568471
Loading...
52367891
Loading...
Flest ummæli
27259030
Loading...
28724683
Loading...
28902239
Loading...

Altjóða poesidagur21. mars er altjóða poesidagur, og í hesum sambandi kastar Býarbókasavnið ljós á yrkingar og yrkjarar við at skipa fyri poesikvøldi kl. 19-21.

Gestarithøvundar verða Sissal Kampmann, Trygvi Danielsen og Vónbjørt Vang. Á skránni verður upplestur og prát um poesi, har ymsir áhugaverdir spurningar verða settir, so sum: Hvaðani kemur íblásturin? og: Hví skulu vit lesa/skriva yrkingar?

Tiltakið verður týskvøldið 21. mars kl. 19-21, og tað er ókeypis atgongd.
Arnbjørn Ó. Dalsgarð, býarbókavørður, verður vertur.

seyðurNæsta Sambindingarkvøldið í hesi árshálvuni verður í komandi viku. Týsdagin 14. mars hittast vit aftur á Býarbókasavninum til eitt vinarligt og opið hugnakvøld.
Sólin er byrjað at kaga undan, og við henni koma uttandura upplivingar.
Gestarøðarar fara at greiða frá um sínar royndir við gongutúrum, og hvussu teir á hvør sín hátt hava notið føroysku náttúruna. Hevur tú royndir av hesum slag? Kom og deil tær við okkum. Og kom og hav eitt hugnaligt kvøld saman við okkum til Sambinding í Havn.

(Press the British flag in top right corner for English version)

Í vár verður sambinding hesi kvøldini, altso eina ferð um mánaðin: 14. mars, 11. apríl, 9. mai og 13. juni.
Vit hittast á Býarbókasavninum annað týskvøld í hvørjum mánaði kl. 1930–2130.

Nýtt: Kom kl. 1915 til eitt korter við undirvísing í føroyskum á byrjanarstigi.

GólviðÍ næstum verður farið undir at umvæla gólvið á niðastu hædd á bókasavninum. Arbeiðið fer fram frá fríggjadegnum 10. mars og varir í umleið eina viku.

Hóast tað kann tykjast rokaligt, verður opið sum vant og atgongd til allar bókasavnstænasturnar.

Spyr starvsfólkið á 2. ella 3. hædd, um tú ivast í onkrum :)

FilmstribenHyggur tú eftir Filmstriben í Firefox-kaganum, skalt tú leggja til merkis, at tá Firefox verður dagførdur í mars, fer webplayarin Silverlight ikki longur at rigga. Tú kanst útseta dagføringina av Firefox á tínari teldu, men annars riggar Silverlight bara í Explorer/Edge og Safari fram til apríl.

Filmstriben fær nýggjan webplayara í apríl, og hann fer at rigga í øllum vanligastu kagunum: Safari, Firefox, Explorer/Edge og Chrome.

Les tíðindini á Filmstriben

PikachumaskaVit klippa grýluskortar á barnabókasavninum hvønn dag
frá mikudegnum 22. februar til mánadagin 27. februar.

Kartong, lím, skabelónir og annað tilfar liggur frammi á stóra borðinum.

Øll kunnu vera við, stór sum smá, og tað er ókeypis.

Manglar tær íblástur til ársins grýluklæðir, finnur tú bøkur um andlitsmáling, grýluklæðir og annað í krubbuni í gongini á 3. hædd og í kassanum í hornarúminum á 2. hædd.

Minnislisti

Í seinastuni hava fleiri lánarar saknað persónliga minnislistan, har m.a. ber til at skráseta bøkur, sum man ætlar at læna.

Nú er minnislistin komin afturíaftur, og atgongd fæst til hann við at logga á í høgra bredda.

ChaplinFilmur í býnum verður leygardagin 18. februar, og á Býarbókasavninum fara vit at vísa Chaplin-filmar kl. 12-16.

Ókeypis atgongd er til allar sýningar. Poppkorn og annað gott verður til keyps í Tórs Kafé.

Biografstemningur verður á niðastu hædd við reyðari langmáttu, myrkalegging og anganum av poppkorni.

Skrá fyri TÓFF her

SambindingNú byrjar Sambinding aftur.

(Press the British flag in top right corner for English version)

Í vár verður sambinding hesi kvøldini, altso eina ferð um mánaðin: 14. februar, 14. mars, 11. apríl, 9. mai og 13. juni.
Vit hittast á Býarbókasavninum annað týskvøld í hvørjum mánaði kl. 1930–2130.

Nýtt: Kom kl. 1915 til eitt korter við undirvísing í føroyskum á byrjanarstigi.

Hvat er Sambinding?
Sambinding er eitt stað, har tilflytarar og ”innføddir” føroyingar hugna sær saman, koma at kennast og læra av hvørjum øðrum.
Øll eru vælkomin – bæði við og uttan stokkar. Vit bjóða kaffi, te og køkur.
Tað er ókeypis, og tilmelding er ikki neyðug Smile

Átakið er skipað sum eitt samstarv millum Býarbókasavnið, Reyða Kross og Hvussu kunnu vit hjálpa?

Í Mentanarkaféini í Kringvarpinum mikukvøldið 1. februar varpaði Býarbókasavnið ljós á nakrar av teimum bókunum, sum bókasavnið nýliga hevur fingið.
Mentanarkaféin

• Yaa Gyasi: Hjemfærd (skaldsøga)
• Anna Malan Jógvansdóttir: Undirfloyma (yrkingar)
• Peter Behrens: Carry me (skaldsøga)
• Molly Prentiss: Tuesday nights in 1980 (skaldsøga)
• Jeffrey Archer: Hvor der er vilje (skaldsøga, 1. bind í Clifton-krønikuni)
• Fredrik Backman: Ting, min søn skal vide om verden (sjálvsævisøgulig skaldsøga)
• Anders Rydell: Bogtyvene - jagten på de forsvundne biblioteker (søgulig rannsóknarferð)
• Antoine Leiris: I får ikke mit had (ævisøga)
• Naomi Novik: Uprooted (ungdómsskaldsøga)
• Sally Gardner: Eldførið. Barnaskaldsøgan kemur út á føroyskum í 2017, men danska útgávan Fyrtøjet kann longu lænast á Býarbókasavninum


Hoyr sendingina
ella trýst á titlarnar fyri at koma beinleiðis inn til bøkurnar í bókasavnsgrunninum, har tú kanst bíleggja bøkurnar. Ella koma inn á bókasavnið og læn tær. Bókasavnið er opið 66 tímar um vikuna.

FilmstribenFilmstriben hevur fingið nýggja útsjónd, sum minnir um aðrar filmsstroymingartænastur, sum vit kenna.

Eins og áður lænir tú við fyrst at velja ein film og síðani at logga á við tínum lánaranummari, loynitali og bókasavni.

Tað nýggja er, at tú kanst stovna eina vangamynd, har tú gert tínar egnu filmslistar og favorittar.

Tað ber framvegis til at læna uttan at stovna eina vangamynd.

Les meira um Filmstriben

 
 
Rís og rós
Sig okkum tína meining um bókasavnið, ella um tú heldur, at okkurt kundi verið betri
* Kravdur teigur
*
*
*
*
Nýggj/ur á bókasavninum
Bókaberin - eitt gott tilboð Bókaberin - eitt gott tilboð

StandmyndTil tín, sum ikki hevur møguleika at koma á bókasavnið

Sambinding vár 2017 Sambinding vár 2017

Annað týskvøld í mánaðinum
kl. 1930–2130

14. februar
14. mars
11. apríl
9. mai
13. juni

Nýtt! Kom kl. 1915 og
lær okkurt føroyskt
á byrjanarstøði

Øll eru vælkomin!

Bókasavnsslóðir Bókasavnsslóðir

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo