Faroese Faroese English English
Opið er

Mánadag-hósdag kl. 9-21
Fríggjadag kl. 9-18
Leygardag kl. 10-16
Sunnudag kl. 14-17

Telefon 302030
svarar frá kl. 10

bbs@bbs.fo

Nýggjastu metingar
52503183
Loading...
51854284
Loading...
Nýggjastu ummæli
52990378
Loading...
51027922
Loading...
52629799
Loading...
52568471
Loading...
Flest ummæli
28902239
Loading...

©Huffington post Sambinding verður aftur týskvøldið 10. oktober kl. 1930.

Øll eru vælkomin til Sambinding, sum er eitt tiltak fyri fólk, sum júst eru komin til Føroya, ella hava búð her í styttri tíð, longri tíð ella altíð.

Vit bjóða kaffi, te og køkur, og tiltakið er ókeypis. Vit síggjast!

Nýtt: Møt upp kl. 19 til fría undirvísing í grundleggjandi føroyskum.

Fylg við á facebooksíðuni Sambinding/Intertwining

 

Press the British flag in the top right corner to see the English version

Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2017 vórðu í dag latnar á almennari samkomu í Müllers pakkhúsi. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fekk Sissal Kampmann, meðan Simme Jacobsen varð heiðraður fyri mentanaravrik.

Tvær barnamentanarheiðurslønir vórðu latnar, onnur til Havnar Sjónleikarfelag og hin til Hjálmar Dam og Honnu Flóvinsdóttir.

Les tíðindaskrivið her

Sissal KampmannSimmeHavnar Sjónleikarfelag búmerkiHanna Flóvinsdóttir og Hjálmar Dam

Nú riggar aftur til at logga á heimasíðuna at bíleggja tilfar og endurnýggja lán.

Eisini ber aftur til hjá lánarunum at logga á Filmstriben at hyggja film og at nýta ebøkur og ljóðbøkur frá eReolen.

Heðin M. KleinHósdagin 5. oktober kl. 17 handar Tórshavnar kommuna Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens á almennari samkomu í Müllers Pakkhúsi í Havn. Á skránni eru eisini framførslur av tónleiki og sangi. Øll eru vælkomin til hesa heiðursløtu.

Tilsamans fýra virðislønir verða latnar í ár. Tvær verða latnar í navni M.A. Jacobsens, ein fyri fagurbókmentir og ein fyri mentanaravrik, umframt tvær Barnamentanarheiðurslønir.

Les meira um Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens

LesiringurNú fara lesiringarnir á Býarbókasavninum skjótt at byrja aftur.

Fyrsti fundur er á Býarbókasavninum mánakvøldið 25. september kl. 19, tá vit fara at skipa lesiringarnar og leggja lesiætlan fyri veturin.

Tað er ókeypis at luttaka í lesiringi á bókasavninum, og vit útvega bøkurnar, ið verða lisnar. Lesiringarnir hittast á Býarbókasavninum við jøvnum millumbili.

Øll eru vælkomin – roynd sum óroynd.

Fá meir at vita við at skriva til Vónbjørt á vonbjortv@bbs.fo.

Sri Chinmoy Oneness-Home Peace RunKyndilin kemur til Havnar mánadagin 18. september.
Móttøka verður á Vaglinum kl. 13, og aftan á verður framsýning sett á Býarbókasavninum kl. 14.

Sri Chinmoy Oneness-Home Peace Run hevur virkað síðan 1987, og hesi seinastu 30 árini hevur kyndilin vitjað 155 lond og runnið fleiri enn 600.000 km.

Les meira um stovnsetaran Sri Chinmoy og um friðarrenningina.

SambindingTýskvøldið 12. september hittast vit aftur á Býarbókasavninum til Sambinding, sum er eitt hugnakvøld, har føroyingar og tilflytarar hittast til prát og hugnaliga samveru. 

Russiska Galina kemur at fortelja okkum um sítt ítrív, tøving. Her kunnu tit síggja myndir úr stovuni hjá henni, sum er prýdd við føroyskari ull.

Beint áðrenn Sambinding, kl. 19, er hálvur tími við undirvísing í føroyskum á byrjanarstigi.

Vit síggjast týskvøldið til Sambinding í Havn.

(Press the British flag in top right corner for English version)

Mál- og avriksavtalaMál- og avriksavtalur eru nú gjørdar við Svimjihøllina, Býarbókasavnið og Kvøldskúlan fyri 2017/18.

Í visjónini fyri Tórshavnar Kommunu er m.a. ásett, at høvuðsstaðurin er effektivur og framtakshugaður við skjótari og góðari tænastu til borgarar og vinnu.

Við støði m.a. í hesi visjón er innan mentamálaøkið/ trivnaðarfyrisitingina sett út í kortið, at gera sonevndar mál- og avriksavtalur við stovnar innan mentamálaøkið hjá Tórshavnar kommunu.

Hetta verður gjørt við tí fyri eyga at seta mál og leggja ætlanir fyri virksemið, at tryggja rationellan rakstur, eins og støðugt at fremja og eftirmeta arbeiðsgongdir, umframt at skapa eitt kveikjandi og mennandi arbeiðsumhvørvi.

Alt hetta við tí meginendamáli at veita góðar tænastur og tilboð til borgararnar. Hesir 3 stovnarnir eru týðandi tænastustovnar innan frítíð, ítrótt og mentan.

Les mál- og avriksavtaluna fyri Býarbókasavnið her

LjóðbókalistinLjóðbókalistin er ein listi yvir bøkur, lisnar inn á fløgur og bond, sum Býarbókasavnið eigur. Í listanum er ein stutt lýsing av hvørjari einstakari bók. Meginparturin av bókunum er á fløgum.

Ljóðbókalistin, sum er 166 síður, er ókeypis og fæst á bókasavninum.

Øll kunnu læna ljóðbøkur. Um tú ikki fært komið á bókasavnið, kanst tú senda onkran fyri teg ella melda teg til Bókaberan, sum er eitt ókeypis tilboð til fólk, sum ikki hava møguleika at koma á bókasavnið.

HendurVit hittast annað týskvøld í mánaðinum kl. 1930-2130.
Øll eru vælkomin - vit síggjast!

12. september
10. oktober
14. november
12. desember

Um Sambinding
Sambinding er eitt tiltak, har tilflytarar og føroyingar hugna sær saman, koma at kennast og læra av hvørjum øðrum.

Øll eru vælkomin – bæði við og uttan stokkar.
Luttøkan er ókeypis, og tilmelding er ikki neyðug.

 

Sambindingarkaféin er eitt afturvendandi opið tiltak eitt týskvøld um mánaðin. Átakið er skipað sum eitt samstarv millum Býarbókasavnið, Reyða Kross og "Hvussu kunnu vit hjálpa?".

 
 
Rís og rós
Sig okkum tína meining um bókasavnið, ella um tú heldur, at okkurt kundi verið betri
* Kravdur teigur
*
*
*
*
Nýggj/ur á bókasavninum
Bókaberin - eitt gott tilboð Bókaberin - eitt gott tilboð

StandmyndTil tín, sum ikki hevur møguleika at koma á bókasavnið

Sambinding heyst 2017 Sambinding heyst 2017

Annað týskvøld í mánaðinum
kl. 1930–2130

12. september
10. oktober
14. november
12. desember

Nýtt! Kom kl. 19 og
lær okkurt føroyskt
á byrjanarstøði

Øll eru vælkomin!

Bókasavnsslóðir Bókasavnsslóðir

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo