Faroese Faroese English English
Opið er

Mánadag-hósdag kl. 9-21
Fríggjadag kl. 9-18
Leygardag kl. 10-16
Sunnudag kl. 14-17

Telefon 302030
svarar frá kl. 10

bbs@bbs.fo

Nýggjastu metingar
29278563
Loading...
Nýggjastu ummæli
51027922
Loading...
52629799
Loading...
52568471
Loading...
Flest ummæli
27259030
Loading...
28724683
Loading...
28902239
Loading...

Umhvørvisvikan 2017

Bindikafé 27. apríl

Hósdagin kl. 10 er bindikafé við Sissal Kristiansen. Tak stokkarnar við og kom og bind lappar ella annað úr vistfrøðiligari bummull.

 Hósdagin kl. 14 er bindikafé við Sissal Kristiansen. Tak stokkarnar við og kom og bind lappar ella annað úr vistfrøðiligari bummull.

 Hóskvøldið kl. 1930 er bindikafé við Guðrun Ludvig. Tak stokkarnar við og kom og bind lappar ella annað úr vistfrøðiligari bummull.


Teknikapping
Mánadagin 24. apríl kl. 9 byrjar teknikappingin fyri børn upp til 6. flokk. Øll børn eru vælkomin inn á barnabókasavnið at tekna eina mynd. Myndin skal lýsa evnið í Umhvørvisvikuni, sum er:

"Hvørvisjón – Hvar endar títt plast?"

Flaggslanga
"Vi er mere ens i nord, end vi tror"
...vit líkjast meira, enn vit geva okkum far um

Konsertin er leygardagin 29. apríl kl. 14
og er ætlað aldursbólkinum 5-8 ár. 

Sangskrivaraverkstova
10 børn, sum fara til konsertina, hava møguleika at luttaka í einari sangskrivaraverkstovu, har tey skriva eitt føroyskt ørindi til sangin um, hvat tey halda Norðurlond vera, og hvat er serstakt fyri Føroyar.

Ókeypis atgongumerki
til konsert og sangskrivaraverkstovu fáast á Býarbókasavninum frá 24. apríl.
Avmarkað atgongd.

Les meira um tiltakið

Niels Juel Arge: MerkiðFlaggdagin 25. apríl er bókasavnið stongt, men Tórskafé er opin kl. 9-21.

Mikudagin 26. apríl er bókasavnið
opið aftur sum vant frá kl. 9 til 21.

Mítt bókasavnBókakafé á Býarbókasavninum
týskvøldið 18. apríl kl. 19-21.

Á skránni er bókasavnsprát við gestirnar Jan Mortensen, Jóanes Nielsen og Bergljót av Skarði. Eisini verður yrkingaupplestur.

Ókeypis atgongd. Vertur er Arnbjørn Ó. Dalsgarð.

Les meira um tiltakið

Myndin er lænt frá kvinna.foTýskvøldið 11. apríl kl. 1930-2130 hittast vit aftur á Býarbókasavninum til Sambinding, sum er eitt hugnakvøld, har 'innfødd' og tilflytarar hittast til prát og hugnaliga samveru.

Eisini verður høvi at hoyra David Im, integratiónssamskipara, fortelja um arbeiðið við integratión. Og Tonicia Hansen tosar um at flyta úr London til Føroya og um sínar upplivingar sum tilflytari.

Nýtt: Beint áðrenn Sambinding, kl. 1915, er eitt korter við undirvísing í føroyskum á byrjanarstigi.

Vit síggjast týskvøldið til Sambinding í Havn.

(Press the British flag in top right corner for English version)

PáskahugniHvønn dag frá 8. til 12. apríl er páskahugni á barnabókasavninum, har kartong, lím, skabelónir og annað tilfar liggur frammi á stóra borðinum.

Øll kunnu vera við, stór sum smá, og tað er ókeypis.

Ása Gaardbo Lützen

Ása Gaardbo Lützen hevur verið í starvsvenjing hjá okkum á Býarbókasavninum í tvær vikur. Ása gongur í Nám X í Havn, hon hevur altið gingið nógv á bókasavninum og dámar væl at lesa fantasy.

Hon hevur verið runt og roynt ymiskt, alt frá at skráseta bøkur til at klippa páskapynt, nú páskirnar nærkast. Eisini hevur hon verið við til at koyra bøkur út til stovnar í kommununi.

 

BýarbókasavniðBýarbókasavnið hevði í 2016 fleiri vitjanir enn nakrantíð fyrr. Hetta sæst í nýggjastu ársfrágreiðingini hjá bókasavninum. Eisini sæst, at fólk í dag brúka Býarbókasavnið til mong ymisk endamál, so sum lesistað, møtistað og friðstað, har rúm og umstøður eru til at steðga á, fáa íblástur og hugdýpa seg. Mong koma eisini á bókasavnið fyri at lesa bløð og bøkur á staðnum ella at brúka teir mongu hentleikarnar, sum eru á Býarbókasavninum, so sum teldur, printarar, kopimaskinu, skannara, innbindingarmaskinu, tráðleysa internetið, kaféina og vesini. Tiltøkini á Býarbókasavninum verða eisini sum heild væl vitjað.

Tak niður ársfrágreiðingina sum pdf
Tað ber eisini til at biðja um eitt útprent av henni við at venda sær til Býarbókasavnið.

FilmstribenHyggur tú eftir Filmstriben í Firefox-kaganum, skalt tú leggja til merkis, at tá Firefox verður dagførdur í mars, fer webplayarin Silverlight ikki longur at rigga. Tú kanst útseta dagføringina av Firefox á tínari teldu, men annars riggar Silverlight bara í Explorer/Edge og Safari fram til apríl.

Filmstriben fær nýggjan webplayara í apríl, og hann fer at rigga í øllum vanligastu kagunum: Safari, Firefox, Explorer/Edge og Chrome.

Les tíðindini á Filmstriben

Altjóða poesidagur21. mars 2017 var altjóða poesidagur, og í hesum sambandi kastaði Býarbókasavnið ljós á yrkingar og yrkjarar við at skipa fyri poesikvøldi kl. 19-21.

Gestarithøvundar verða Sissal Kampmann, Trygvi Danielsen og Vónbjørt Vang. Á skránni verður upplestur og prát um poesi, har ymsir áhugaverdir spurningar verða settir, so sum: Hvaðani kemur íblásturin? og: Hví skulu vit lesa/skriva yrkingar?

Tiltakið verður týskvøldið 21. mars kl. 19-21, og tað er ókeypis atgongd.
Arnbjørn Ó. Dalsgarð, býarbókavørður, verður vertur.

 
 
Rís og rós
Sig okkum tína meining um bókasavnið, ella um tú heldur, at okkurt kundi verið betri
* Kravdur teigur
*
*
*
*
Nýggj/ur á bókasavninum
Bókaberin - eitt gott tilboð Bókaberin - eitt gott tilboð

StandmyndTil tín, sum ikki hevur møguleika at koma á bókasavnið

Sambinding vár 2017 Sambinding vár 2017

Annað týskvøld í mánaðinum
kl. 1930–2130

14. februar
14. mars
11. apríl
9. mai
13. juni

Nýtt! Kom kl. 1915 og
lær okkurt føroyskt
á byrjanarstøði

Øll eru vælkomin!

Bókasavnsslóðir Bókasavnsslóðir

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo