Faroese Faroese English English

Nettænastur frá Býarbókasavninum

Lán av e-bókum, ljóðbókum og filmum.
Atgongd til fleiri grunnar á netinum.

Net bøkur
Læn e-bøkur frá eReolen.dk. E-bøkurnar kunnu lesast á PC og Mac, og tú kanst heinta appir til snildtelefon og teldil, bæði iPhone/iPad og Android.
Hvør lánari kan læna 5 e-bøkur í senn. Tá ið lánitíðin á 30 dagar er farin, ber til at læna fleiri e-bøkur.
Tú skalt vera skrásett/ur sum lánari á Býarbókasavninum.

Net ljóðbøkur
Læn og lurta eftir netljóðbókum á eReolen.dk.
Hvør lánari kan læna 4 netljóðbøkur í senn. Tá ið lánitíðin á 30 dagar er farin, ber til at læna fleiri netljóðbøkur.
Tú skalt vera skrásett/ur sum lánari á Býarbókasavninum.

Net filmar
Eitt úrval av góðum filmum á Filmstriben.dk, sum kunnu streamast beinleiðis til teldu ella sjónvarp. Bæði nýggir og klassiskir filmar.
Lánitíðin fyri hvønn film er 24 tímar. Tá ið lánitíðin er farin, ber til at læna fleiri filmar, tó í mesta lagi 6 filmar um mánaðin fyri hvønn lánara.
Tú skalt vera skrásett/ur sum lánari á Býarbókasavninum.

Net grunnar
Ókeypis atgongd til fleiri grunnar á netinum. Teir kunnu nýtast frá teldum á bókasøvnum og skúlum, sum eru við í samstarvinum. Les meira her: EBI (Elektroniskar bókasavnstænastur).

Nettænastur Nettænastur

Net bøkur

Net ljóðbøkur

Net filmar

Net grunnar

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo