Útvaldir titlar
Faroese Faroese English English
Missión og visión

Missión (Høvuðsuppgáva) Býarbókasavnið fremur upplýsing, lærdóm og mentanarligt virksemi í Tórshavnar kommunu og í Føroyum annars.

Visión (framtíðarmynd) Býarbókasavnið skal tryggja øllum borgarum í kommununi og borgarum aðrastaðni frá góða og sjónliga atgongd til upplýsing, lærdóm og mentanartilboð, sum gevur hvørjum borgara sær, uttan mun til aldur, kyn ella samfelagsliga støðu annars, møguleika fyri fordjúpilsi og menning av egnum evnum og førleikum.
Til at røkka endamálinum, skal Býarbókasavnið hava til taks bøkur, tíðarrit, ljóðbøkur og annað hóskandi tilfar, sum verður lænt út uttan viðurgjald, og sum umboðar dygd, fjølbroytni og er aktuelt. Eisini skal Býarbókasavnið bjóða umstøður, umhvørvi og kunning, sum vekir forvitni og áhuga fyri luttøku í samfelag og mentanarlívi.

Sum arbeiðspláss skal Býarbókasavnið vera eitt stað, har starvsfólkini sleppa at royna seg yrkisliga og persónliga, og har tey verðavird og sædd bæði sum menniskju og sum fakfólk.

Um Býarbókasavnið


Søga

1969 • Tórshavnar kommuna setti Býarbókasavnið á stovn 1. apríl. Tað helt til í leigaðum hølum í Niels Finsens gøtu 7. Støddin var 514 fermetrar.

1977 • Bókasavnið fór at læna út ljóðbøkur.

1990 • Bókasavnið leigaði eina hálva hædd afturat.

1993 • Hølini vórðu aftur víðkað, og bókasavnið var nú 813 fermetrar í 4 hæddum.

1998 • Alt tilfarið varð skrásett á teldu.

2004 • Bókasavnið fór at læna út dvd-filmar.

2005 • Nýggj telduskipan varð keypt.

2006 • Bókasavnið fekk lyftu.

2009 • Kommunan keypti tann partin av bygninginum, sum áður var leigaður.

Býarbókasavnið2010 • Farið varð undir umbygging av hæddini út til Niels Finsens gøtu.

2011 • Gøtuhæddin varð tikin í nýtslu í apríl sum partur av Býarbókasavninum

2011 • Sjálvgreiðslur til útlán og innlating av bókum vórðu tiknar í nýtslu í mai.

 
Virksemi

Býarbókasavnið hevur tríggjar deildir: útlán fyri vaksin, lesistovu og barnabókasavn.

Bókasavnið eigur umleið 75.000 bøkur og filmar (við árslok 2015).

Bókasavnið hevði 138.500 vitjanir í 2015.

Bókasavnið hevur samstarv við fleiri stovnar í kommununi um útlán.

11½ ársverk eru á bókasavninum, tey eru býtt soleiðis: 4 ársverk til skrivstovufólk, 6½ ársverk til bókavørðir og 1 ársverk til býarbókavørðin. Í hesum størvum eru sett 14 fólk.

9 skúlabókasøvn í Tórshavnar kommunu og Kollafjarðar bygdar- og skúlabókasavn samstarva við Býarbókasavnið.

 

Mál- og avriksavtalan 2015/2016

Nettænastur Nettænastur

Net bøkur

Net ljóðbøkur

Net filmar

Net grunnar

Lesiringur á bókasavninum Lesiringur á bókasavninum

LesiringurDámar tær væl at lesa, og manglar tær onkran at tosa við um tað, tú lesur?

Bókaberin - eitt gott tilboð Bókaberin - eitt gott tilboð

StandmyndTil tín, sum ikki hevur møguleika at koma á bókasavnið.

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo