Tænastur

Avísir, tíðarrit og hondbøkur
Bókasavnið heldur øll føroysk bløð og tíðarrit og eitt úrval av útlendskum. Eldri tíðarrit kunnu lænast heim við.

Bókasavnið hevur eisini hondbøkur, leksika og orðabøkur. Aftrat tí kemur eitt úrval av leksika og hondbókum á netinum, tó er bert atgeingi á bókasavninum.

Útlánið fyri vaksin
Bókasavnið hevur flestallar føroyskar bøkur og eitt stórt úrval av útlendskum føgrum bókmentum og yrkisbókmentum og haraftrat føroyskar ljóðbøkur og eitt úrval av donskum. Prentað yvirlit fæst á bókasavninum.
Dvd-filmar eru eisini til láns.

Genta sum lesurBarnabókasavnið
Á barnabókasavninum eru bøkurnar býttar upp til ymiskar aldursbólkar.
Barnabókasavnið hevur flestallar føroyskar barnabøkur og eitt stórt úrval av donskum barnabókum.
Útlán er eisini av dvd-filmum og ljóðbókum.
Spæliteldur eru til tey yngru børnini og ein hugnaoyggj við leikum til tey smæstu. Til børnini í skúlaaldri er Nintendo Wii.

Fjarlán
Vilt tú læna eina bók ella grein, sum bókasavnið ikki eigur, kunnu vit royna at útvega tilfarið frá einum øðrum bókasavni.

Býrt tú ikki í Føroyum
Fólk, sum búgva í einum øðrum norðurlandi, kunnu læna umvegis bókasavnið, har tey búgva.

Teldur, skannari og printarar
Nýtslan er ókeypis, men kostnaðurin at prenta út er 1 kr. fyri arkið. Prentararnir prenta svart/hvítt í A4-stødd.

Kopiering, fax, laminering og innbinding
Fyri kopiering er kostnaðurin 50 oyru fyri arkið í A5-stødd, 1 kr. fyri A4 og 2 kr. fyri A3.
Fyri litkopi er kostnaðurin 2,50 kr. fyri A5, 5 kr. fyri A4 og 10 kr. fyri A3.
Glæra kostar 1 kr. aftrat gjaldinum fyri kopi.
Laminering kostar 2 kr. fyri A5, 3 kr. fyri A4 og 5 kr. fyri A3.
Kostnaðurin fyri fax er 2 kr. fyri síðuna.

Bókasavnið hevur eisini eina innbindingarmaskinu, sum kann seta plastspiralrygg á t.d. uppgávur.
Spiralur kostar 10 kr.
Spiralur, perma og bakperma kostar 20 kr.

Nettænastur Nettænastur

Net bøkur

Net ljóðbøkur

Net filmar

Net grunnar

Lesiringur á bókasavninum Lesiringur á bókasavninum

LesiringurDámar tær væl at lesa, og manglar tær onkran at tosa við um tað, tú lesur?

Bókaberin - eitt gott tilboð Bókaberin - eitt gott tilboð

StandmyndTil tín, sum ikki hevur møguleika at koma á bókasavnið.

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo