Mál- og avriksavtala 2017-18

Missión (høvuðsuppgáva)
Býarbókasavnið fremur upplýsing, lærdóm og mentanarligt virksemi í Tórshavnar kommunu og í Føroyum annars.

Visjón (framtíðarmynd)
Býarbókasavnið skal tryggja øllum borgarum í kommununi og borgarum aðrastaðni frá góða og sjónliga atgongd til upplýsing, lærdóm og mentanartilboð og geva hvørjum borgara sær, uttan mun til aldur, kyn, heilsustøðu, ella samfelagsliga støðu annars, møguleika fyri djúphugsan og menning av egnum evnum og førleikum.

Les alla mál- og avriksavtaluna her

Mál- og avriksavtala 2015-16

Í visjónini fyri Tórshavnar Kommunu er m.a. ásett, at høvuðsstaðurin skal vera virkin við nýggjum og mennandi útbúgvingartilboðum, og at høvuðsstaðurin er effektivur og framtakshugaður við skjótari og góðari tænastu til borgarar og vinnu.



Við støði m.a. í hesi visjón er innan mentamálaøkið/trivnaðarfyrisitingina sett út í kortið, at royna leistin við at gera sonevndar mál- og avriksavtalur við stovnar innan mentamálaøkið hjá Tórshavnar kommunu. 



Hetta verður gjørt við tí fyri eyga at seta mál og leggja ætlanir fyri virksemið, at tryggja rationellan rakstur, eins og støðugt at fremja og eftirmeta arbeiðsgongdir, umframt at skapa eitt kveikjandi og mennandi arbeiðsumhvørvi. Alt hetta við tí meginendamáli at veita góðar tænastur og tilboð til borgararnar. 



Les alla mál- og avriksavtaluna her

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo