English English Faroese Faroese
Soleiðis leitar tú

Leititeigurin er ovast til høgru á heimasíðuni.

  • Vel "Bókasavnsgrunnurin", um tú vilt leita fram tilfar 
  • Vel "Heimasíðan", um tú vilt finna kunning og viðmælir

Einføld leiting

Leititeigurin ovast til høgru á heimasíðuni er til einfalda leiting. Her kanst tú skriva eitt ella fleiri leitorð. Tú kanst skriva fleiri leitorð í sama leititeig.

Tað kann vera hent at skriva eftirnavnið á høvundinum og eitt orð úr titlinum, t.d. "heinesen glataðu" ella tvey orð út titlinum, t.d. "seyður tøting".

Tú skalt ikki skriva smáorð sum t.d. og, ein, eitt, tann, hitt.

Víðkað leiting: Leita í serligum teigum

Tá tú trýstir á Víðkað leiting undir leititeiginum ovast á síðuni, kanst tú velja t.d. slag av tilfari ella mál.

Nágreina leitingina

Tá leitiúrslitið kemur fram, kanst tú nágreina leitingina við møguleikunum í kassanum Avmarka leitingina í vinstra bredda. Tú kanst t.d. nágreina eftir slagi av tilfari, rithøvundi, máli ella útgávuári.

Fleiri upplýsingar um einstaka tittulin

Trýst á tittulin fyri at fáa meira kunning um innihaldið. Her sært tú eisini, um tilfarið er tøkt.

Bílegging

Tá tú hevur loggað á í skipanini (sí niðanfyri) kanst tú bíleggja:

  • Trýst á tittulin, sum tú ætlar at bíleggja
  • Trýst á Bílegg
  • Tú kanst skriva, nær tittulin ikki longur hevur áhuga
  • Enda við Goym

Bílegging av tíðarritum ella árbókum

  • Tá tú hevur trýst á Bílegg, kanst tú velja árstal og nummar í listanum undir "Útgáva"
  • Tú kanst skriva, nær tittulin ikki longur hevur áhuga
  • Enda við Goym

Minnislisti

Tú kanst goyma útvaldar titlar í tínum minnislista við at seta flugubein við einstaka tittulin.

Úr minnislistanum, sum tú m.a. finnur undir Mínar síður í skránni ovast, kanst tú bíleggja fleiri titlar í senn.

Um tú ert VIP-lánari (sí niðanfyri), kanst tú goyma minnislistan til næstu ferð, tú loggar á.

Logga á sum vanligur brúkari

Logga á sum vanligur brúkari í kassanum Logga á í høgra bredda. Tú skalt brúka lánaranummarið á lánarakortinum (minst til øll nullini) og persónliga loynitalið.

Sum vanligur brúkari kanst tú:

  • Síggja, hvat tú hevur lænt, og møguliga endurnýggja lánini

    GG: Tú kanst ikki endurnýggja:

    • um ein annar lánari hevur bílagt tittulin
    • um innlatingarfreistin er farin
    • um tú hevur havt tilfarið longur enn 2 mánaðir
    • um Býarbókasavnið hevur lænt tilfarið til tín frá einum øðrum bókasavni, t.e. fjarlán. Set teg í samband við Býarbókasavnið, um tú vilt endurnýggja fjarlán.

  • Síggja tínar bíleggingar, og hvat nummar tú ert í bíðirøðini
  • Síggja, um bíleggingar eru klárar at heinta
  • Broyta dagin, tá tilfarið ikki longur hevur áhuga
  • Strika bíleggingar, sum ikki longur hava áhuga
  • Broyta telefonnummar og teldupost


Tá tú hevur loggað á, finnur tú lán, bíleggingar og persónligar upplýsingar í kassanum, har tú loggaði á, ella undir Mínar síður í skránni ovast.

VIPStovna teg sum VIP-lánari

Tá tú ert VIP-lánari, kanst tú eisini:

  • ummæla bøkur, filmar o.a.
  • leggja afturat evnisorð og geva favorittunum stjørnur
  • goyma titlar í minnislistanum til eina aðru ferð

Trýst á Gerst VIP-lánari í Logga á-kassanum í høgra bredda og fylg vegleiðingini.

 

Týdningarmikið!

Loyniorðið gevur atgeingi til viðbreknar upplýsingar. Tí skalt tú altíð trýsta á Logga av, um tú ikki ert á tíni egnu teldu, so onnur ikki kunnu síggja tínar lánaraupplýsingar.

Um tú hevur tekniskar trupulleikar við at logga á ella leita, skalt tú trýsta á F5.

Telduposttænasta

Um bókasavnið hevur tín teldupostbústað, fært tú boð um bíleggingar og innlatingarfreist umvegis teldupost.

Tú kanst skráseta og broyta teldupostabústaðin á heimasíðuni:

  • Logga á við lánaranummari og loynitali
  • Vel Mín vangamynd
  • Far til "Vís upplýsingar um samband"
  • Trýst á Broyt

Nú kanst tú skriva/broyta teldupostbústað.
Trýst á Goym fyri at goyma upplýsingarnar.

Tú kanst eisini biðja starvsfólkið á bókasavninum gera broytingarnar.

Rís og rós
Sig okkum tína meining um bókasavnið, ella um tú heldur, at okkurt kundi verið betri
* Kravdur teigur
*
*
*

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo