Opið er

Mánadag-hósdag kl. 9-21
Fríggjadag kl. 9-18
Leygardag kl. 10-16
Sunnudag kl. 14-17

Telefon 302030
svarar frá kl. 10

bbs@bbs.fo

Nýggjastu metingar
51943643
Loading...
Nýggjastu ummæli
51216105
Loading...
52088569
Loading...
Flest ummæli
27259030
Loading...
28724683
Loading...
28902239
Loading...

BýarbókasavniðÍ summar kunnu lesandi aftur nýta lestrarhølið á ovastu hædd á bókasavninum. Í lestrarhølinum kunnu lesandi sita í friði og náðum og arbeiða við uppgávum og lestri annars.

Hetta er eitt tilboð til teirra, ið eitt nú eru heima í summarfrí og hava tørv á einum friðarligum staði at lesa og arbeiða.

Øll lesandi eru vælkomin at nýta hølið.

Lestrarhølið er opið frá 27. juni til 21. august 2016, somu tíðir sum Býarbókasavnið.

Les meira um lestrarhølið

©Hayes RobertsSkalt tú burtur eitt tíðarskeið í summar, ber til at skráseta hetta í lánaravangamynd tíni, so tú ikki fært boð um bílagdar bøkur, meðan tú ert burtur.

Samstundis varðveitir tú pláss títt í bíðirøðini, so tú fært bókina stutt eftir, at skrásetta tíðarskeiðið endar.

Soleiðis gert tú

WWKIPWorld Wide Knit in Public Day 2016 – Tórshavn.
– BETTER LIVING THROUGH STITCHING TOGETHER!

Leygardagin 18. juni er dagurin, tá vit binda í almenna rúminum. Á bókasavninum skipa vit fyri einum KIP (Knit in Public) kl. 13.30-16.00.

Vit hittast í kaféini á bókasavninum at binda, hekla og hugna okkum saman.

Hevur tú hug, kanst tú eisini luttaka í okkara avbjóðing:
Bint ein borðlappa!

Les meira...

Mentanarnáttin 2016

Mentanarnáttina 3. juni er bókasavnið opið til kl. 21.

Framsýning er á 1. hædd við heitinum Tórshavn frá 1000 til 1909 - hetta eru myndir, kort og tekningar.

Í gongini upp til barnabókasavnið á 3. hædd er framsýning við barnatekningum, ið komu inn til teknikappingina Minka um títt CO2-útlát, sum var í Umhvørvisvikuni.

Skráin fyri Mentanarnáttina sæst her

 

Tórshavn 1000-1909Framsýningin Tórshavn frá 1000 til 1909 letur upp á bókasavninum hósdagin 26. mai kl. 16.

Á framsýningini verða kort, tekningar og myndir.

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini, heldur røðu. Øll eru vælkomin.

Olaf, 2. flokkurÍ Umhvørvisvikuni var teknikapping á barnabókasavninum, har
evnið var Minka um títt CO2-útlát.

Kappast varð í trimum aldursbólkum, og vinningurin í hvørjum
bólki var ein súkkla og ein súkkluhjálmur.

Vinnarar
• Undir skúlaaldur: Vár D. í Húsinum, 6 ár
• 1.-3. flokkur: Brá Zakariasardóttir, 2. flokkur
• 4.-6. flokkur: Olaf Eyðfinsson, 4. flokkur

Allar innkomnu tekningarnar verða í løtuni sýndar fram í
trappugongini millum 2. og 3. hædd á Býarbókasavninum.

.

Vár, 6 árBrá, 8 ár

Summarlesnaður 2016Summartíð er lesitíð, men kanska manglar tær íblástur til hvørja bók, tú skalt pakka niður í kuffertið?

Á summarbókakafé góvu bókavørðir á Býarbókasavninum lesiprei til heilt røttu bøkurnar til summarferiuna, og her er listin, so tú eisini hevur møguleikan at fáa nøkur hugskot.

Bókalistin kann eisini takast niður sum PDF her.

Umhvørvisvika 2016Í Umhvørvisvikuni verður teknikapping á barnabókasavninum
leygardagin 7. mai til fríggjadagin 13. mai kl. 12

Evnið er: Minka um títt CO2-útlát

 

Vinningar:

  • Undir skúlaaldur: 20” súkkla
  • 1.-3. flokkur: 24” súkkla
  • 4.-6. flokkur: 26” súkkla

Navn, aldur/flokkur og telefonnummar skal standa á tekningini.

Vinningarnir verða handaðir á Býarbókasavninum 13. mai kl. 17.

Allar tekningarnar verða sýndar fram á bókasavninum frá 17. mai.

Kom á summarbókakafé á bókasavninum
mikukvøldið 11. mai kl. 19-20

Summartíð er lesitíð, men kanska manglar tær íblástur til hvørja bók, tú skalt
pakka niður í kuffertið?

Á summarbókakafé geva bókavørðir á Býarbókasavninum lesiprei til heilt røttu bøkurnar til summarferiuna.

Bókasavnið bjóðar okkurt at leska sær við, og við tær heim fært tú eisini ein bókalista til íblástur.

Summarbókakafé

myndir: Ditte Mathilda Joensen

Vit gleða okkum til enn eitt hugnaligt Sambindingarkvøld týskvøldið 26. apríl kl. 19.30-21.30, og at møta kendum sum ókendum andlitum.
Innihaldið hetta kvøldið verður sum vant prát, binding og samansjóðing.

· Dina Lemming Pedersen fer at geva okkum innlit í sína ferð higar.
· Inniligi og húðerligi krunarin Jákup á Lakjuni kemur framvið at spæla okkum 2-3 av sínum løgum uttan elektriskan styrkjara.
· Og Helena í Baianstovu er í gongd við at gera ein hatt. Kom og lær hvussu!

Vit bjóða kaffi, te og køkur. Vit síggjast!

-

We are looking forward to another cosy night of Sambinding on Tuesday evening 26th April from 7.30pm to 9.30pm, and to meeting new faces as well as faces we already know. The evening will contain a few presentations and chatting, knitting and socialising.

· Dina Lemming Pedersen tells the intriguing story of her Faroese adventure.
· The heartfelt and deeply sincere Faroese singer Jákup á Lakjuni will come by with his guitar and perform 2-3 of his songs unplugged.
· And Helena í Baianstovu is making a hat. Come and see how!

We offer tea, coffee and cake.
See you!

Les meira - Read more

 
 
Nýggj/ur á bókasavninum
Lektiuhjálp til ung Lektiuhjálp til ung

Mánadagar
kl. 16.30-18.00
er lektiuhjálp til næmingar í framhaldsdeild og miðnámi.

Bókaberin - eitt gott tilboð Bókaberin - eitt gott tilboð

StandmyndTil tín, sum ikki hevur møguleika at koma á bókasavnið

Bókasavnsslóðir Bókasavnsslóðir

 


Niels Finsens gøtu 7 • 100 Tórshavn • Tel 302030 • bbs@bbs.fo