Um Mads Andreas Jacobsen

Mads Andreas Jacobsen (17/9-1891 - 31/5-1944)

M. A. Jacobsen varð føddur í Havn. Pápin var Jákup Jacobsen, bøkjari, og mamman var Elspa Djonesen av Velbastað.

Mads A. Jacobsen tók preliminerprógv í Havn í 1907 og studentsprógv í Keypmannahavn 1910. Hann las alisfrøði, evnafrøði, støddfrøði og stjørnufrøði við universitetið í Keypmannahavn - tó uttan at fáa endaligt prógv. Síðani starvaðist hann sum lærari í real- og læraraskúlanum.

Í 1919 fekk hann eina áheitan frá løgtinginum at skipa bókasavnið í Havn av nýggjum, og tí fór hann til Danmarkar at útbúgva seg sum bókavørður. Í 1921 varð hann settur í starv sum bókavørður á Føroya Amts Bókasavni.

Hann var formaður í nevndini hjá Bókmentafelagnum "Varðin" frá 1918-1934, men eftir at hann í 1933 varð valdur í býráðið í Havn og gjørdist býráðsformaður, segði hann seg úr nevndini. Eisini var hann tingmaður eitt skifti.

M. A. Jacobsen var ein eldsál á mentanarliga økinum og gjørdi eitt stórt arbeiði fyri at menna føroyska málið og var haraftrat ein av høvuðsmonnunum í arbeiðnum at endurreisa forngripagoymsluna.
 

Bókasavnið eigur hesa bøkur eftir M. A. Jacobsen:

  • Føroya Amts Bókasavn 1828-1928 : minningarrit. - 1929
  • Føroyskur skaldskapur í úrvali 1 - 1934
  • Jacobsen, M. A.: Tummas Rasmusson í Koltri : ættar- og ævisøga hans. -  1931
  • Jacobsen, M. A.: Rættskrivingarreglur 13. óbroytta útg. - 1996. 1. útg. 1920
  • Jacobsen, M. A.: Bókmentamaðurin Mads Andreas Jacobsen 1891-1944 : greinir, yrkingar, stubbar, stuttsøgur, týðingar, ummæli,  minningarorð o.a. - 1995.
  • Jacobsen, M. A.: Føroysk-donsk orðabók = Færøsk-dansk ordbog
  • Jacobsen, M. A.: Lítil brævabók - 1934
  • Jacobsen, M. A.: Føroysk fólkanøvn : navnalisti til leiðbeiningar - 1930
  • Jacobsen, M. A.: Talvbókin - 1924
  • Jacobsen, M. A.: Úr bókmentasögu okkara - 1921
  • Svabo, Jens Chr.: Føroyaferðin 1781-1782 : úrval við fororði av M.A. Jacobsen - 1924

Tilfar

Bílegg
  • Bog

Føroya Amts Bókasavn 1828-1928 : minningarrit (Føroyskt)

Rithøvundur: M. A. Jacobsen (f. 1891) (1929)
Les meira
Bílegg
  • Bog

Bókmentamaðurin Mads Andreas Jacobsen 1891-1944 : greinir, yrkingar, stubbar, stuttsøgur, týðingar, ummæli, minningarorð o.a. (Føroyskt)

Rithøvundur: M. A. Jacobsen (f. 1891) (1995)
Les meira
Bílegg
  • Bog

Úr bókmentasögu okkara : við fýra myndum (Føroyskt)

Rithøvundur: M. A. Jacobsen (f. 1891) (1921)
Les meira
Bílegg
  • Bog

Føroysk fólkanøvn : navnalisti til leiðbeiningar (Føroyskt)

Rithøvundur: M. A. Jacobsen (f. 1891) (1930)
Les meira