• Lydbog (cd-mp3)

Bridge House (mp3)

Rithøvundur: Marcia Willett (2011)
I et hus i en lille by i Cornwall bor Hester, som gemmer på store hemmeligheder fra fortiden. Da den unge Jonah dukker op med alle sine spørgsmål, bliver Hester nødt til at lade fortiden tale

Undir krígnum verður fimm ára gamla Lucy flutt úr London til Cornwall at búgva hjá familjunu Mallory, sum eru vinfólk hjá pápanum. Familjan býr í Bridge House, har yngsta dóttirin, Hester, tekur sær av húsarhaldinum. Kríggið hevur rakt tey hart, tey hava mist tveir synir, og ein annar, Edward, situr fangi í Singapore. Lucy hevur mist mammuna og hevur fingið ein álvarsligan skelk, men so spakuliga kemur hon fyri seg aftur og knýtir seg tætt at Hester. Nógv ár seinni kemur sonur Lucy, Jonah, til Hester í Bridge House, og hann hevur nógv at spyrja um. Hvat hendi, tá Edward kom aftur úr fongslinum, sjúkur og illa fyri? Hví var Lucy noydd at fara úr Bridge House so knappliga? Og hví vil Lucy aldrin tosa um árini í Bridge House? Hóast tað er pínufult, so noyðist Hester at lata fortíðina koma til orðanna

Eintøk á bókasavninum

Heintar upplýsingar um eintøkini hjá bókasavninum...