• Bog

Norð

Rithøvundur: Camilla Hübbe (2019)
Forna norðurlendska gudalæran og gloymdar náttúruverur fáa lív, tá ið 14 ára gamla Norð fer at leita eftir mammuni, sum er horvin. Á vegnum hittir hon tríggjar lívsklókar lagnugudinnur og íkornadreingin, Ratatosk, sum vísa henni veg niður í undirverðina Nivlheim. Her djúpt inni í kjarnuni á jørðini er tann óndi drekin Niðhøggur í ferð við at gnaga lívsins træ, Yggdrasil, sundur. So við og við fatar Norð, at jørðin er við at ganga undir, og at hon er tann einasta, sum kann bjarga henni

Eintøk á bókasavninum

Heintar upplýsingar um eintøkini hjá bókasavninum...