• Bog

Beint ígjøgnum hjartað : eksistentialisma - mál, mentan, og meiningar - leikrit - videolag

(2010)
Kjarnin í bókini er "Káta hornið" hjá Teiti Lassen. Tilfarið er í 4 tættum. Mál, mentan og meiningar tekur upp málsligar, mentanarligar og samfelagsligar spurningar í ymsum løgum í tekstunum. Eksistentialisma viðger tilveruspurningar í tekstunum. Leikritið leiðir okkum á eina ferð gjøgnum tekstirnar við einrøðum saman við sangunum. Videolagið er at meta serstakt, tí at tað ikki beinleiðis hoyrir til fløguútgávuna. Tó eru fleiri og ótroyttir møguleikar at arbeiða við føroyskum videoløgum. Tættirnir eggja næmingunum at viðgera sangtekstirnar ymiskliga og síggja ymsu løgini, ið sangtekstur kann hava í sær, eisini hóast hann er bæði stuttur og gerandisligur. DVD er innií við videolagnum "Ongir pengar".

Eintøk á bókasavninum

Heintar upplýsingar um eintøkini hjá bókasavninum...