• Lydbog (cd-mp3)

Familiehistorier : roman (mp3)

Rithøvundur: Kate Atkinson (2011)
Psykologisk thriller, hvor privatdetektiven Jackson Brodie skal opklare tre historiske sager: en 3 årig piges sporløse forsvinden, en tilsyneladende galnings nedslagtning af en ung pige på et advokatkontor og en ung mor, der er dømt for øksemord på sin mand, hvis datter er forsvundet

Privatdetektivurin Jackson Brodie fær trý gomul mál at uppklára. Tað fyrsta er frá 1970 og er um eina elskaða dóttur í familjuni Land, sum hvørvur eina summarnátt og aldri verður funnin aftur. Men nógv ár seinni finna tvær systrar hennara nakað ræðuligt í barndómsheiminum, eftir at pápin er deyður. Næsta málið er frá 1994 og er um Theo, sum er hugtikin av, hvussu vitug, vøkur og uppofrandi dóttirin Laura er. Men hennara fyrsta arbeiðsdag á hansara advokatkontóri fær sorgleysa lívið hjá Theo ein bráðan enda. Triðja málið er frá 1979 og snýr seg um Michelle, sum brádliga varnast, at hon hevur skapt sær sítt egna helviti við einum lítlum krevjandi barni og einum uppaftur meira krevjandi manni. Í vitleysari øði finnur hon eina blóðiga loysn á trupulleikunum. Avvarðandi hjá ofrunum í hesum trimum brotsverkum seta seg í samband við Jackson at fáa hann at hjálpa sær, og meðan hann arbeiðir við málunum, fær hann eisini greiði á ymiskum í sínum egna lívi

Eintøk á bókasavninum

Heintar upplýsingar um eintøkini hjá bókasavninum...