• Artikel

Føroyastreymurin hevur økt varmaflutningin til Føroya og Arktis seinastu 20 árini

Rithøvundur: Bogi Hansen (2015)
Fram við Føroyum rekur heitur sjógvur úr Atlantshavi á veg móti arktiskum leiðum. Tann týdningarmesta greinin av hesum ráki er Føroyastreymurin. Seinastu 20 árini er hann bæði harðnaður og hitnaður og flytur tí eisini meiri varma. Hetta hitar havøkið við Føroyar og gevur góð livilíkindi fyri makrel, men er eisini ein orsøk til, at havísurin í Arktis bráðnar.

Eintøk á bókasavninum

Heintar upplýsingar um eintøkini hjá bókasavninum...