-
-
Tíðindi
Saga JAM eftir Høgna Mohr vann lesaravirðislønina í ár
Mikudagin 6. mars kl. 17 varð Lesaravirðislønin handað á Klaksvíkar bókasavni. Virðislønin er 30.000 kr. -
Tíðindi
Jógvan og Trond fáa M. A. Jacobsens virðislønir Tórshavnar býráðs 2021
Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2021 vórðu latnar í Müllers pakkhúsi hóskvøldið 7. oktober 2021. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2021 verður latin Jógvani í Lon Jacobsen, professara í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya, fyri verkið Føroysk purisma. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2021 verður latin Trond Trosterud, professara í máltøkni á universitetinum í Tromsø. Í ár varð ongin virðisløn latin fyri fagrar bókmentir. -
Síða
Spælistovan
Gerandisdagar er spælistovan ætlað børnum, ið ikki ganga á dagstovni, og foreldrum ella avvarðandi teirra. Spælistovan letur aftur ein tíma áðrenn bókasavnið. -
Tíðindi
Føroysk bókasøvn stovnað nýggja bókmentavirðisløn
Nýggja bókmentavirðislønin ber heitið ‘Lesaravirðislønin hjá teimum føroysku bókasøvnunum’, og tað eru føroysk bókasøvn, sum í felag hava sett virðislønina á stovn. Lesararnir gera sjálvir av, hvør bók skal vinna ársins lesaravirðisløn. Til ber at atkvøða longu nú fyri einari av trimum tilnevndum skaldsøgunum. Handanin verður mikudag 6. mars kl 17 á Klaksvíkar bókasavni. -
Tíðindi
Spælistovan er nú opin allar gerandisdagar
Frá 1. juli 2021 er spælistovan opin hvønn gerandisdag kl. 10-13 -
Tíðindi
M.A. Jacobsens heiðurslønir og barnamentanarheiðursløn 2022
Fegnir heiðurslønarmóttakarar í Müllers Pakkhúsi. Býarbókasavnið ynskir teimum hjartaliga til lukku við heiðrinum. -
-
Tíðindi
Spælistovan er týsdag og hósdag kl. 10-13
Spælistovan Blóman er flutt oman á Býarbókasavnið og er hvønn týsdag og hósdag kl. 10-13 á 3. hædd. -
Tíðindi
Spælistovan flytir inn
Spælistovan Blóman flytur oman á Býarbókasavnið og letur upp 4. september