-
-
Tíðindi
Lesiringar byrja aftur 5. september 2022
Bæði nýggir og royndir luttakarar eru vælkomnir við. -
-
Tíðindi
Jógvan og Trond fáa M. A. Jacobsens virðislønir Tórshavnar býráðs 2021
Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2021 vórðu latnar í Müllers pakkhúsi hóskvøldið 7. oktober 2021. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2021 verður latin Jógvani í Lon Jacobsen, professara í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya, fyri verkið Føroysk purisma. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2021 verður latin Trond Trosterud, professara í máltøkni á universitetinum í Tromsø. Í ár varð ongin virðisløn latin fyri fagrar bókmentir. -
-
Tíðindi
Skaldborin sjónarhorn 10. sept. kl. 19.30
Yrkingaupplestur og tónleikur á bókasavninum til mentanarnáttina -
-
-
Tíðindi
Skiftandi bókaframsýningar
Árið runt hevur bókasavnið skiftandi bókaframsýningar, sum lánarar eru vælkomnir at læna úr. -
Tíðindi
Føroysk bókasøvn stovnað nýggja bókmentavirðisløn
Nýggja bókmentavirðislønin ber heitið ‘Lesaravirðislønin hjá teimum føroysku bókasøvnunum’, og tað eru føroysk bókasøvn, sum í felag hava sett virðislønina á stovn. Lesararnir gera sjálvir av, hvør bók skal vinna ársins lesaravirðisløn. Til ber at atkvøða longu nú fyri einari av trimum tilnevndum skaldsøgunum. Handanin verður mikudag 6. mars kl 17 á Klaksvíkar bókasavni.