-
-
Tíðindi
Bókavørður til Býarbókasavnið
Starv sum bókavørður er leyst at søkja á Býarbókasavninum at byrja skjótast til ber. Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. -
Tíðindi
Fyrilestur í Norðurlandahúsinum v/video
Fólkabókasøvnini í framtíðini - endurhugsan av kjarnuuppgávuni. Forkunnugur fyrilestur verður hóskvøldið tann 17. november 2022, kl. 20 í Skálanum í Norðurlandahúsinum. -
Tíðindi
Talríkar talgildar tænastur
Bókasavnið bjóðar øllum brúkarum atgongd til hópin av talgildum tænastum -
Tíðindi
Býarmenning og bókasøvn, pallborðskjak - video
Síggj og hoyr upptøkuna frá stroymda pallborðskjakinum á bókadøgunum 2023. -
-
Tíðindi
Føroysk bókasøvn stovnað nýggja bókmentavirðisløn
Nýggja bókmentavirðislønin ber heitið ‘Lesaravirðislønin hjá teimum føroysku bókasøvnunum’, og tað eru føroysk bókasøvn, sum í felag hava sett virðislønina á stovn. Lesararnir gera sjálvir av, hvør bók skal vinna ársins lesaravirðisløn. Til ber at atkvøða longu nú fyri einari av trimum tilnevndum skaldsøgunum. Handanin verður mikudag 6. mars kl 17 á Klaksvíkar bókasavni. -
Tíðindi
Jógvan og Trond fáa M. A. Jacobsens virðislønir Tórshavnar býráðs 2021
Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2021 vórðu latnar í Müllers pakkhúsi hóskvøldið 7. oktober 2021. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2021 verður latin Jógvani í Lon Jacobsen, professara í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya, fyri verkið Føroysk purisma. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2021 verður latin Trond Trosterud, professara í máltøkni á universitetinum í Tromsø. Í ár varð ongin virðisløn latin fyri fagrar bókmentir. -
Tíðindi
Tabletop Føroyar fara í onnur høli
Eftir knøpp trý ár á Býarbókasavninum er undirtøkan fyri borðspæli vaksin so nógv, at tørvur er á størri hølum. Tí flyta Tabletop Føroyar nú niðan í ungdómshølið Hollywood, sum er í kjallaranum í Blákrossbúðini -