Barn byggir duplo
Barn byggir duplo

Spælistovan flytir inn

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Kristina Petersen
23.05.19
Spælistovan Blóman flytur oman á Býarbókasavnið og letur upp 4. september

Spælistovan er ætlað børnum, ið ikki ganga á dagstovni, og foreldrum teirra.

Ætlanin við spælistovuni er, at foreldur, avvarðandi og børn kunnu koma og njóta samveru við onnur vaksin og børn við spæli, hugna og práti. Tiltakið er eisini væl egnað til teirra, sum eru í kommununi í styttri ella longri tíðarskeið, uttan at barnið hevur kommunalt dagstovnatilboð.

Í spælistovuni kunnu bæði vaksin og børn hitta onnur í somu støðu, og á henda hátt er tað eitt gott høvi at samantvinna barnaspæl og prát millum tey vaksnu.

Spælistovan verður 4. september 2019 ábyrgdarøki hjá Býarbókasavninum. Nærri kunning kemur seinni um, hvussu tilboðið verður skipað.

Tilfar