Pippi Langsokkur
Pippi Langsokkur

Pippi Langsokkur vann barnavalið á Býarbókasavninum

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Hanne Magnussen
03.09.19
Nú er liðugt talt á Býarbókasavninum, og úrslitið er klárt. Tað var tætt í toppinum, men Pippi Langsokkur vann sannførandi við 73 atkvøðum. Pippi lovaði at syrgja fyri longri summarferiu, so nú verður spennandi at vita, hvussu hon fer at fáa tað framt í verki.

At børnini hugsa nógv um umhvørvið, kann staðfestast, tí Luddi og Lundisa fingu 67 atkvøður, og vit eru vís í, at tey halda fram at berjast fyri okkara náttúru.

Herviligi Henry, sum vann stórsigur við seinasta val við at lova ”Bomm hvønn dag”, kláraði seg ikki heilt líka væl hesu ferð. Hann segði ”Nei til fastar songartíðir” og fekk 63 atkvøður.

Í alt 463 børn hava atkvøtt á Býarbókasavninum. Tá úrslitini frá hinum valstøðunum eru komin inn, fáa vit at síggja, um Pippi eisini hevur vunnið tað samlaða valið.

Atkvøðurnar eru býttar soleiðis:

 

73  Pippi Langsokkur

67  Luddi og Lundisa

63  Herviligi Henry           

54  Vitello           

39  Stóra Skrímsl og Lítla Skrímsl

29  Droya Drós                  

27  Lítla Mý         

27  Gruffalo

25  Klemmiligi Klæmint

18  Wilbert

17  Vinni Vespa

13  Mamma Mu

9  Ógildugar

2  Blankar

Frámerki
Tilfar