Plakat
Plakat

Nýggja plakatin við føroyska alfabetinum

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Kristina Petersen
02.07.19
Plakatin fæst til keyps á Býarbókasavninum fyri 25 krónur

Astrid Andreasen teknaði vøkru myndirnar til føðingardagsplakatina, tá Býarbókasavnið fylti 25 ár í 1994. Tá var bakgrundin brún.

Í sambandi við, at Býarbókasavnið fylti 50, varð plakatin sett upp av nýggjum, og bakgrundsliturin varð broyttur til reytt, sum ætlanin eisini upprunaliga var.

Myndevnini eru øll úr føroysku náttúruni.

Tilfar