Barnaval 2019 - valúrslit alt landið

Luddi og Lundisa áttu munin!

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Kristina Petersen
05.09.19
Nú eru øll valstøðini tald upp. Leingi var líkt til, at Pippi Langsokkur skuldi vinna valið, av tí at hon vann stórt í Havn. Men...

...tá úrslitini komu inn frá minnu bókasøvnunum, áttu Luddi og Lundisa munin og gjørdust greiðir vinnarar. Teirra hjartamál er náttúran, og tey stillaðu upp við valskránni ”Nei til náttúrudálking”.

Valstýrini kring alt landið fegnast um, at føroysk børn velja náttúruvernd fram um vallyfti um longri summarferiu og valfríar songartíðir.

Tilsamans vóru 1254 børn í aldrinum 0-12 ár á vali á teimum tilsamans 6 valstøðunum.

Trýst á bygdarnøvnini niðanfyri fyri at síggja úrslitini frá valstøðunum.

 

Files