filmstriben

Filmstriben riggar aftur

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Hanne Magnussen
07.08.19
Filmstriben.dk riggar aftur sum vanligt.
Á Filmstriben.dk er eitt úrval av góðum filmum, bæði nýggjum og klassiskum, sum kunnu stroymast beinleiðis til teldu ella sjónvarp.

Lánitíðin fyri hvønn filmin er 24 tímar. Tá ið lánitíðin er farin, ber til at læna fleiri filmar, tó í mesta lagi 6 filmar um mánaðin fyri hvønn lánara.

Øll, sum eru skrásett sum lánarar á Býarbókasavninum, kunnu nýta Filmstriben.dk