Nú hava bøkurnar á føroyskum fingið eitt lítið frámerki á ryggin, eitt føroyskt flagg

Bøkur á føroyskum

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Hanne Magnussen
27.03.19
Nú verður lættari at finna bøkur á føroyskum máli á hillini.

Fyri at gera tað lættari hjá lánarunum at finna júst tað tilfar fram, sum teir eru áhugaðir í, hava bøkurnar á føroyskum í bólkunum har tær standa saman við donskum, fingið eitt lítið frámerki á ryggin, eitt føroyskt flagg.

Á barnabókasavninum er tað í bólkunum fantasy, krimi, okkara verð og óhugni. Í vaksin er tað í bólkunum krimi og ung.