Skelti

1. bókavørður/varaleiðari ella bókavørður til Býarbókasavnið

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Vónbjørt Vang
30.08.19
Starvið sum 1. bókavørður/varaleiðari ella í øðrum lagi bókavørður er aftur leyst at søkja á Býarbókasavninum.

Sum 1. bókavørður og varaleiðari á Býarbókasavninum kunnu vit bjóða tær eitt fjølbroytt og áhugavert starv. Sum 1. bókavørður skalt tú saman við hinum á stovninum veita borgarunum í Tórshavnar kommunu eina framkomna og tíðarhóskandi bókasavnstænastu. Um eingin umsøkjari lýkur krøvini, er møguleiki fyri at verða sett/-ur í tíðaravmarkað starv sum bókavørður í 1 ár.

STARVIÐ SUM 1. BÓKAVØRÐUR/VARALEIÐARI
Sum 1. bókavørður ert tú varaleiðari stovnsins. Tín uppgáva er at tryggja eitt høgt og tíðarhóskandi tænastustig og í tøttum samstarvi við býarbókavørðin at menna stovnin, tænastur og samstarv sum heild. Høvuðsuppgávurnar hjá 1. bókavørðinum eru:
•    At vera leiðari fyri økið Tænastur og menning
•    At luttaka í leiðslutoymi stovnsins
•    At menna og leiða toymir saman við øðrum starvsfólkum
•    At umsita bókarøkt/savnsrøkt, herundir at skipa bókaval, viðlíkahald, burturbeining v.m.
•    At standa fyri átøkum innan miðlan av tilfari og tilboðum bókasavnsins
•    At skipa fyri almennum tiltøkum, sum vekja áhuga fyri bókmentum, list og mentan
•    At umsita og menna vaktarskipan fyri útlán og barnabókasavn
•    At luttaka í vaktarskipanini umleið 30% av arbeiðstíðini
•    At hjálpa til, tá ið tørvur er á tí
Harumframt tekur 1. bókavørðurin eftir tørvi lut í øðrum vanligum bókavarðaarbeiði.

STARVIÐ SUM BÓKAVØRÐUR
Sum bókavørður eru uppgávurnar hesar:
•    At luttaka í toymum stovnsins
•    At luttaka í vaktarskipanini á bókasavninum
•    At taka sær av bókarøkt/savnsrøkt, herundir at luttaka í bókavali, viðlíkahaldi, burturbeining v.m.
•    At luttaka í átøkum innan miðlan av tilfari og tilboðum bókasavnsins
•    At luttaka í almennum tiltøkum, sum vekja áhuga fyri bókmentum, list og mentan
•    At hjálpa til, tá ið tørvur er á tí

PERSÓNLIGIR EGINLEIKAR
Umráðandi er, at umsøkjarin er málsøkjandi og framsøkin, hevur bæði fakliga og menniskjaliga góðar eginleikar og hevur leiðsluroyndir og -eginleikar. Viðkomandi skal vera fyrikomandi og tænastuhugað/-ur, kunna hugsa sjálvstøðugt og taka sjálvstøðugar avgerðir og kunna virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og eggja teimum at menna tænastustøðið. Eisini skal umsøkjarin duga væl at samskifta bæði innan- og uttanhýsis.

FØRLEIKAKRØV O.A.
Umsøkjarin skal vera útbúgvin bókavørður ella hava samsvarandi útbúgving, sum er viðkomandi í mun til starvið. Til starvið krevjast starvsroyndir á bókasavnsøkinum. Leiðsluskeið ella -útbúgving er ein fyrimunur, men kann fáast í lag eftir setan.
Um umsøkjarin ikki lýkur hesar treytir, er møguleiki fyri at verða sett/-ur í eitt tíðaravmarkað starv sum bókavørður á stovninum í 1 ár.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið er fulltíðarstarv, men við møguleika fyri at arbeiða niðursetta tíð. Starvið sum 1. bókavørður/varaleiðari er flokkað sambært sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í 8. lønarflokki. Starvið sum bókavørður er flokkað sambært sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í 7. lønarflokki.

VILT TÚ VITA MEIRA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Vónbjørt Vang, býarbókavørð og leiðara á Býarbókasavninum vonbjortv@bbs.fo, ella við at ringja 257242.

UMSÓKNIN
Umsóknin skal, saman við prógvum og møguligum ummælum, sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi fríggjadagin 20. september 2019 klokkan 12.00. Merk umsóknina „1. bókavørður/varaleiðari til Býarbókasavnið“.

BÝARBÓKASAVNIÐ
Býarbókasavnið er eitt bókasavn í hjartanum á Havnini og er størsta fólkabókasavn í landinum. Býarbókasavnið hevur ein týðandi leiklut í gerandisdegnum hjá fólki í býnum, ungum sum eldri. Tað koma umleið 100.000 vitjandi inn um dyrnar á Býarbókasavninum um árið. Bókasavnið hevur tríggjar deildir, barnabókasavn, útlán fyri vaksin og lesistovu og fer í næstum at lata upp ungdómsdeild. Starvsfólkini eru í løtuni 13 í tali. Meira fæst at vita um Býarbókasavnið á heimasíðuni www.bbs.fo.