matpakkarúm

Matpakkarúmið letur upp týsdagin 20. november.

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Hanne Magnussen
19.11.18
Eitt stað at eta matpakkar hevur leingi verið eitt stórt ynski frá lánarunum á barnabókasavninum

Tað hevur borið til at sita í kaféøkinum, men nú fáa børnini eitt heilt nýtt rúm fyri seg sjálv á barnabókasavninum at eta matpakkar í.

Ein flottur fílur við innbygdum hillum stendur eisini har og bíðar eftir børnunum, so nú er bara at koma upp á barnabókasavnið. Upplatingardagin verður frukt at fáa.