Vónbjørt Vang

Føroysk luttøka í Bruxelles

Rithøvundur: Kristina Petersen
08.10.18
Nýggi býarbókavørðurin, Vónbjørt Vang, er eisini yrkjari og luttók í farnu viku á bókmentatiltakinum Transpoesie í Bruxelles.

Á tiltaki á bókasavninum Muntpunt las Vónbjørt upp úr yrkingasavninum Djúpini, sum hon gav út í 2017. Samstundis varð ein ensk týðing víst á uppvørpu.

Transpoesie bjóðaði belgiska og europeiska fólkinum eitt úrval av yrkingum á upprunamálinum og í enskari, franskari og hollendskari týðing. Samstundis hevur Vónbjørt vegna Rithøvundafelagið fingið samband við European Writer’s Council, sum eggjar Rithøvundafelagnum at biðja um limaskap.

Tilfar
Bílegg
  • Bog

Millumlendingar : yrkingar (Færøsk)

Rithøvundur: Vónbjørt Vang (2011)
Les meira
Bílegg
  • Bog

Djúpini (Færøsk)

Rithøvundur: Vónbjørt Vang (2017)
Les meira
Bílegg
  • Bog

Vencil : tíðarrit fyri skaldskap á føroyskum. 2007, nr. 2 (2. árgangur) (Færøsk)

(2007)
Les meira