Filmstriben
Filmstriben

Stroyma filmar við lánarakortinum

Filmar
Rithøvundur: Kristina Petersen
22.04.20
Á www.filmstriben.dk er eitt úrval av góðum filmum, bæði nýggjum og klassiskum, sum kunnu stroymast beinleiðis til teldu ella sjónvarp.

Øll, sum eru skrásett sum lánarar á Býarbókasavninum, kunnu nýta Filmstriben.

Lánitíðin fyri hvønn filmin er 24 tímar. Tá ið lánitíðin er farin, ber til at læna fleiri filmar, tó í mesta lagi 2 filmar um vikuna og 4 filmar um mánaðin fyri hvønn lánara.