Søla av brúktum bókum Stutt tíðindi - 18.05.21 Vit selja brúkt bókasavnstilfar eftir hollendskari fyrimynd - prísurin lækkar hvønn dag.
Skiftandi bókaframsýningar Stutt tíðindi - 12.05.21 Árið runt hevur bókasavnið skiftandi bókaframsýningar, sum lánarar eru vælkomnir at læna úr.
Kristi himmalsferðardag er stongt Stutt tíðindi - 12.05.21 Kristi himmalsferðardag er bókasavnið stongt. Tó er altíð atgongd til teldutøkt tilfar, grunnar og tænastur umvegis okkara heimasíðu www.bbs.fo, m.a. undir yvirskriftini E-bókasavnið. Vit ynskja øllum ein góðan Kristi himmalsferðardag.
John settur í skiftisstarv Stutt tíðindi - 05.05.21 John Fuglø, sum vanliga er í starvi á donskum bókasavni, kemur nú at arbeiða hjá okkum í eitt hálvt ár.
Johanna Cathrina givin fyri aldur Stutt tíðindi - 04.05.21 Fríggjadagin 23. apríl 2021 var ein hugnalig fráfaringarløta í Posthúskjallaranum fyri Johonnu Cathrinu, fráfarandi bókavørði.
Umhvørvisvikan 2021 - eisini á bókasavninum Stutt tíðindi - 20.04.21 Býarbókasavnið fer eisini at skipa fyri tiltøkum á umhvørvisvikuni, sum í ár verður 1. til 8. mai. Í ár verður sjóneykan sett á fyribyrging, endurnýtslu og endurvinning av burturkasti.
Nólsoyingar fingið bókasavn Stutt tíðindi - 14.04.21 Týskvøldið 13. apríl læt Nólsoyar bókasavn dyrnar upp á fyrsta sinni. Í hesum sambandi var almenn móttøka í Nólsoyar skúla.
Starvsfólk til Býarbókasavnið Stutt tíðindi - 13.04.21 Søkt verður eftir einum starvsfólki til Býarbókasavnið at arbeiða hálva tíð (19,5 t.) at byrja skjótast til ber.