Vit fegnast um árið, ið fór
Bæði vitjanar- og útlánstøl eru vaksin munandi. Í 2022 vórðu tilsamans læntar 59.269 bøkur og annað tilfar. Hetta er ein vøkstur upp á smá 11 % í mun til undanfarna ár. Seinastu árini hevur verið munandi vøkstur í útláni av e- og ljóðbókum, og í 2022 var hetta 20 % av samlaða útláninum.
Tilsamans komu 88.976 fólk á gátt í 2022, sum er ein vøkstur upp á smá 9 % í mun til undanfarna ár.
Vit fegnast um stóru framgongdina og eru serstakliga fegin um, at so nógv brúka bókasavnið.
Býarbókasavnið er fyri øll, og tí hava vit altíð gjørt nógv burturúr at hava fjølbroytt, tíðarbært og áhugavert tilfar til láns og seta tænastur til taks og skipa fyri tiltøkum, sum skapa áhuga og ans fyri vitan, bókmentum, mentan og list.
Farna árið varð serligur dentur lagdur á at gera bókasavnið meir innbjóðandi við at innrætta ymsar partar av nýggjum. Í august fingu vit eitt artotek, har til ber at læna grafisk listaverk heim við. Eins og undanfarin ár hava nógv tiltøk verið á skrá. Byrjað varð at skipa fyri regluligum skriviverkstovum, har høvundar koma inn at undirvísa og leggja lag á. Málkafé, bindiskeið, bókakafé, lesiringakvøld vórðu hildin alt árið. Í summar var møguleiki at síggja framsýning hjá Randi Samsonsen við hekklaðum skulpturum. Mangatiltøk hava verið fyri ung, eins og borðspælskvøld hava verið hvørt leygarkvøld í samstarvi við Tabletop Føroyar.
Í oktober fylti Álvur Ákason 50 ár. Føðingardagurin varð hildin á barnabókasavninum.
Størst av øllum hendingunum má tó vera, at nýggja ungdómsbóksavnið læt upp í september í nýggjum, snotiligum hølum.
Vit eru positiv og trína inn í nýggja árið við góðum vónum. Í 2023 gleða vit okkum til, at barnabókasavnið fær eina kerliga hond og til eitt ár, sum verður minst líka hendingaríkt sum undanfarna.