Spælistovan er opin gerandisdagar kl. 10-13
Spælistovan er opin gerandisdagar kl. 10-13

Spælistovan er nú opin allar gerandisdagar

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
29.06.21
Frá 1. juli 2021 er spælistovan opin hvønn gerandisdag kl. 10-13

Í skjótt tvey ár hevur spælistovan verið eitt eyka tilboð á Býarbókasavninum. Opið hevur verið tveir dagar um vikuna, og seinni tríggjar dagar. Spælistovan hevur fingið góða móttøku, og nógv hava havt gleði av tilboðnum. Tí er nú avgjørt at hava opið allar fimm gerandisdagarnar, og byrjað verður longu 1. juli 2021.

Spælistovan er ætlað børnum, ið ikki ganga á dagstovni, og foreldrum teirra. Ætlanin við spælistovuni er, at foreldur, avvarðandi og børn kunnu koma og njóta samveru við onnur vaksin og børn við spæli, hugna og práti. Tilboðið er eisini væl egnað til teirra, sum eru í kommununi í styttri ella longri tíðarskeið, uttan at barnið hevur kommunalt dagstovnatilboð.

Í spælistovuni kunnu bæði vaksin og børn hitta onnur í somu støðu, og á henda hátt er tað eitt gott høvi at samantvinna barnaspæl og prát millum tey vaksnu. 

Býarbókasavnið sær hetta eisini sum ein møguleika at vísa bæði foreldrum og børnum møguleikarnar á barnabókasavninum.

Frámerki
Tilfar