
Søguløtur á Býarbókasavninum
Søguløtur á Býarbókasavninum
Stutt tíðindi
Rithøvundur: Hanne Magnussen
02.12.20
Kom á Býarbókasavnið og fá tær ein skáa frá jólaresinum.
Í desember skipar Býarbókasavnið fyri søguløtum.
Dugnaligir upplesarar lesa jólasøgur í hugnaligum umhvørvi, á 1. hædd fyri vaksnum og á barnabókasavninum fyri børnum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Bókasavnið bjóðar gløgg og okkurt gott afturvið.
Søguløtur í desember fyri vaksin:
Leygardagin 5. desember kl. 14 - Oddfríður Marni Rasmussen
Leygardagin 12. desember kl. 14 - Laura Joensen
Leygardagin 19. desember kl. 14 - Marjun Syderbø Kjelnæs
Mikudagin 23. desember kl. 17 - Theodor Eli Olsen
Søguløtur í desember fyri børn:
Leygardagin 5. desember kl. 14
Leygardagin 12. desember kl. 14
Leygardagin 19. desember kl. 14
Mikudagin 23. desember kl. 17
Mariann Hansen lesur.