Skundbøkur
Skundbøkur

Nýtt átak: 14-daga lán

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Hanne Magnussen
22.01.21
Orkar tú ikki at bíða til bókin er tøk á bókasavninum? Nú kanst tú vera so heppin at finna bókina sum eitt skundlán, ið einans varar 14 dagar.

Býarbókasavnið fer í næstum undir eitt nýtt átak, har tær nýggjastu og mest eftirspurdu bøkurnar verða keyptar í fleiri eintøkum og læntar út sum skundbøkur.

14-daga lán finnur tú beint við inngongdina á Býarbókasavninum, og bara tey, ið leggja leiðina fram við á 1. hædd, kunnu vera so heppin at detta fram á eitt 14-daga lán. Soleiðis koma bøkurnar skjótari út til næsta lánara. 14-daga lán kunnu ikki endurnýggjast ella bíleggjast.

Góðan lesihug!