Bókasavnið alment opið
Bókasavnið alment opið

Nólsoyar bókasavn letur upp

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
09.04.21
Bókasavnið opið fyri almenninginum.

Týsdagin 13. apríl kl. 17 letur Nólsoyar bókasavn upp fyri almenninginum. Í hesum sambandi verður almenn móttøka í Nólsoyar skúla.

Bókasavnið heldur til í Nólsoyar skúla, og ætlanin er at hava opið fyri almenninginum eina ferð um vikuna, hvørt týskvøld kl. 17.30-18.30. Tað er Bára Traustadóttir, sum frammanundan hevur rikið skúlabókasavnið á skúlanum, sum eisini fer at røkja almenna bókasavnið.

Í sambandi við upplatingina verður eisini hátíðarhald fyri navnframa nólsoyinginum, Jens-Kjeld Jensen, sum herfyri vann umhvørvisvirðisløn Norðurlandsráðsins fyri at varpa ljós á margfeldi í føroysku náttúruni.

Skráin - íroknað ferðaætlan:

16:20 Úr Havn (Erla Kongsdóttir)

17:00 Vælkomin í Nólsoyar skúla v/ Jákupi av Skarði

17:10 Hátíðarhald fyri Jens-Kjeld Jensen

17:30 Nólsoyar bókasavn v/ Báru Traustadóttir, bókavørði og Vónbjørt Vang, býarbókavørði

17:50 Drekkamunnur

18:25 Úr Nólsoy

Frámerki