Anna fær blómur frá borgarstjóranum, tá hon fór frá sum býarbókavørður í 2011
Anna fær blómur frá borgarstjóranum, tá hon fór frá sum býarbókavørður í 2011

Minningarorð um Onnu Margrethu Brimnes

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
16.03.22
Anna Brimnes var býarbókavørður í samfull 36 ár.

Anna M. Brimnes, fyrrverandi býarbókavørður í Havn, andaðist hósdagin 24. februar, 81 ára gomul. Fyri okkum starvsfólk á Býarbókasavninum verður saknurin stórur, tí Anna var, um nakar, ímyndin av Býarbókasavninum og ein slóðari á bókasavnsøkinum í ein mansaldur. Mong starvsfólk, viðskiftafólk og havnarfólk sum heild kendu hana, tí Anna Brimnes var í starvi á Býarbókasavninum í samfull 36 ár, frá 1975 til september 2011.

Anna tók studentsprógv í Danmark og las síðani til bókavørð. Hon starvaðist sum bókavørður í Danmark í nøkur ár, men í 1975 kom hon heimaftur og fór í starv sum bókavørður á Býarbókasavninum. Longu árið eftir tók hon við starvinum sum býarbókavørður í Havn, og hetta gjørdist lívsstarv hennara, sum fevndi um fleiri áratíggjur.

Býarbókasavnið læt dyrnar upp 1. apríl 1969 og hevði tískil verið opið nøkur fá ár, tá Anna tók við starvinum. Hon røkti hetta starv við ídni og áræði øll hesi ár. Hon var nærløgd og fakliga dugnalig, serstakliga arbeiðssom og ábyrgdarfull og nærum ongantíð burtur frá arbeiðinum.

Í 1970’unum byrjaði eitt hendingaríkt tíðarskeið hjá bókasøvnum kring allan heim, tá tey gjørdust meira almenn og fólkslig við fleiri tiltøkum, serliga fyri børn og barnafamiljur. Somuleiðis gjørdist Býarbókasavnið við Onnu á odda eitt opið og innbjóðandi stað og ein týðandi mentanarstovnur í býnum, og havnarfólk tóku so við og við bókasavnið til sín.

Í 1980’unum var Anna saman við góðum starvsfólki við til at menna Býarbókasavnið enn meir. Fleiri fermetrar løgdust afturat, og alsamt fleiri bøkur vóru til útláns á bókasavninum. Anna var ongantíð bangin fyri broytingum, sum kundu menna stovnin og betra um tænastuna til brúkaran, serliga tá talan var um at taka í brúk nýggja tøkni á øllum økjum. Í 1990’unum, tá ringar tíðir vóru í Føroyum, stýrdi hon sostatt bókasavnið inn í talgildu tíðirnar, og hóast krepputíð var, so keypti bókasavnið sína fyrstu teldu í 1990. Nógv umlegging og umskifting var hesi árini, og Anna var við til at nútímansgera bókasavnið til nógv broyttu umstøðurnar, serliga á tí talgilda økinum. Í 1998 fingu brúkarar á Býarbókasavninum atgongd til internetið, og tá varð umsíðir farið frá teimum gomlu kartotekskortunum og yvir til at brúka talgildar bókasavnsgrunnar. Í 1990’unum og langt inn í 00’ini vóru árini, har KT og tøkni vóru alvaldandi, og har bókin varð spádd at vera deyðanum nær, tí nú fór bókasavnið bert at vera virtuelt til staðar í einum tykisheimi. Bókasavnið við Onnu á odda var alla tíðina við hesi árini og menti tilboðið til eisini at fevna um talgildar ljóð- og e-bøkur umframt at bjóða fram ókeypis atgongd til nettænastur.

Í 2011, stutt fyri, at Anna fór frá sum býarbókavørður, læt Býarbókasavnið nýinnrættaðu veghæddina upp og gjørdist harvið enn meiri opið og atkomuligt hjá brúkaranum. Tá hevði Anna verið býarbókavørður í 35 ár.

At vera býarbókavørður var lívsstarvið hjá Onnu, men hon hevði eisini onnur áhugamál. Millum annað fór hon undir fjarlestur við universitetið í Keypmannahavn og megnaði, hóast hon alla tíðina var í fulltíðarstarvi, at gera seg lidna við lesturin í 1993, tá hon tók prógv sum magistari í fólkaminni. Hon hevði hegni og hug til føroyska málið og hevði fleiri álitisstørv, millum annað sat hon eitt skifti í navnanevndini, var sum býarbókavørður skrivari í nevndini fyri Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og hevði eisini tilknýti til Fróðskaparsetrið.

Sum starvsfelaga kendu vit Onnu sum sera arbeiðssama. Í øllum tí, hon tókst við, var hon nærløgd og nágreinilig, gjørdi sær altíð ómak og var neyv og álítandi. Hon tók altíð av fullum huga undir við at heiðra starvsfólkini á teirra merkisdøgum, og hon vísti eisini í orðum, at hon virðismetti teirra arbeiði. Sjálv dámdi henni ikki at vera í miðdeplinum, tí lítillátin var hon sum fáur.

Hóast rúm tíð er farin, síðani Anna fór frá, so hevur hon sett síni týðiligu spor og vitjaði javnan sum vanligur lánari aftur á gamlar slóðir at læna bøkur og hitta fyrrverandi starvsfelagar. Hon hevði framvegis stóran áhuga fyri bókasavninum og tí, sum fyrifórst har. Í 2019 fylti Býarbókasavnið 50 ár, og árið frammanundan varð heitt á Onnu um at skriva søguna hjá Býarbókasavninum. Hon átók sær uppgávuna við eldhuga og nærlagni, og úrslitið gjørdist minnisritið Býarbókasavnið – 50 ár. Ein spennandi og til tíðir skemtingarsom og undrunarverd frásøgn um eitt bókasavn mitt í Havnargøtum, sum hevur verið so mongum havnarborgarum og øðrum við eitt serstakt stað, og sum hevur ment seg til tað nútímans bókasavn, tað er í dag – og tað er í stóran mun Onnu fyri at takka.

Vit minnast Onnu við stórari virðing og takksemi.

Starvsfólk á Býarbókasavninum