Hevur tú trupulleikar við eReolen?

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Kristina Petersen
16.01.20
Í løtuni eru trupulleikar við eReolen-appini

Fleiri lánarar hava vent sær til bókasavnið, tí at teir hava trupulleikar við eReolen-appini. Talan er um tveir ymiskar trupulleikar.

Reserveringar
Skalt tú reservera í eReolen, skalt tú tryggja tær, at tú IKKI hevur givið eReolen telefonnummar títt. Far inn í Brugerindstillinger í appini og strika telefonnummarið.
Samstundis skalt tú tryggja tær, at tú hevur sett eina galdandi teldupostadressu inn, har tú fert at fáa boð, tá reserveraða tilfarið er tøkt.

Serligt fyri android-eindir
Hevur snildfonin ella teldilin hjá tær android-stýriskipan, riggar gamla appin ikki longur, og møguliga biður eindin teg taka niður nýggju appina.
Tíverri hevur nýggja appin ta avmarkingina, at hon einans kann takast niður, um tú ert í Danmark. Vit arbeiða við, at appin skal kunna takast niður í Føroyum eisini.
I miðlaru tíð kanst tú nýta eReolen gjøgnum browsaran: Tú letur upp browsaran í telefonini/teldlinum og fert inn á www.eReolen.dk, so fært tú atgongd til flestu funktiónirnar online.

Evni