Foreldrahillin á barnabókasavninum
Foreldrahillin á barnabókasavninum

Foreldrahillin á barnabókasavninum

Stutt tíðindi
10.09.24
Á barnabókasavninum eru nakrar hillar, har bøkur um torfør evni eru savnaðar.

Bøkurnar leggja upp til ella krevja, at ein vaksin lesur saman við barninum. Tær kunnu t.d. vera um álvarsliga sjúku, deyða, misnýtslu ella harðskap, ella kanska bara gerandistrupulleikar og kenslur, sum eru ringar at tosa um. Bøkurnar kunnu nýtast til at byrja eina torføra samrøðu, og fleiri av teimum hava eisini ein part við ráðum og hjálp til tann vaksna lesaran. Bøkurnar á foreldrahillini hava eitt lilla frámerki á rygginum.

Bøkur um tílík evni eru eisini millum vanligu myndabøkurnar, tí tað skal ikki vera so, at børn skulu verjast móti at hoyra søgur um deyðan ella hjúnaskilnað, sum er ein partur av gerandisdegnum hjá okkum, men bøkurnar á foreldrahillini fara meira í dýpdina.

Her eru nøkur dømi um bøkur á Foreldrahillini:

Oud, Pauline: Når mor og far skal skilles. 2022. – 36 síður
Myndabók fyri 3-6 ára gomul, har foreldrini skulu skiljast ella eru skild. Um at hava tvey heim, at sakna eitt foreldur, at ymiskar reglur eru og nógv annað viðkomandi.

Dahle, Gro: Høgguslokkurin. 2020. – 39 síður
Myndabók um seksuellan ágang. Gullu dámar væl at spæla, men ein dagin vil beiggi hennara spæla okkurt, sum hon ikki hevur hug til. Hann verður til ein høgguslokk, sum fangar hana. Tíbetur er hon trygg við mammu sína og torir at siga frá.

Fiske, Anna: Hvordan taler man om døden? 2024. – 80 síður
Myndabók fyri 5-10 ára gomul. Hvat vil tað siga at doyggja? Hví doyggja menniskju? Hvat hendir aftaná deyðan? Hvussu við sorgini?
Nógvir spurningar eru um deyðan, og bókin svarar fleiri av teimum.

Det føles godt at være dig selv: en bog om kønsidentitet. 2022. – 40 síður
Myndabók um kynssamleika at lesa saman við børnum frá 4 ár og eldri. Ert tú drongur ella genta? Kanska eitt sindur av báðum – ella hvørki?

Glistrup, Karen: Snak om det - med alle børn: en bog om følelser i familien. 2022. – 56 síður
Fyri børn 6 ár og eldri. At tiga um trupul evnir er at svíkja tey børnini, sum stríðast við tey. Bæði foreldur, familjulimir og yrkisfólk kunnu gagnnýta bókina til at byrja eina samrøðu um millum annað sálarsjúku, angist og tunglyndi.

Tilfar